Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík hevur síðani umvælingina í 1997 ligið tungt í sjónum, hóast tað ongantíð rættiliga er sokkið, soleiðis sum oyggin, sum tað er uppkallað eftir, gjørdi á sinni.
Men nú ætlar Klaksvíkar býráð, at ein loysn skal finnast á fíggjarligu trupulleikunum hjá Atlantis, og at húsið skal fáast at virka betur aftur.
Raksturin og virksemið í húsinum hevur verið tyngt av stórari skuld, sum millum annað hevði við sær, at biografvirksemið í húsinum mátti steðga, og at tað ikki bar til at halda fram við einum fulltíðarleiðara í húsinum.
Seinastu tvey árini hava onkur hissini mentanartiltøk verið í húsinum, men tað hevur fyri tað mesta verið Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur brúkt húsið.
Endalig loysn skal finnast
Klaksvíkar býráð samtykti á fundi hóskvøldið uppskotið, sum mentanarnevndin og umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu høvdu snikkað saman.
Hetta uppskotið leggur nú upp til eina varðandi loysn á fíggjarligu trupulleikunum hjá Atlantis.
Ein nýggjur sjálvsognarstovnur skal nú yvirtaka og reka Atlantis, og ein trímannanevnd skal veljast fyri hendan stovn. Í hesa nevnd skal býráðsformaður velja ein lim, Klaksvíkar Sjónleikarfelag ein lim og Norðoya Sparikassi, sum hevur fíggjað umbyggingina av Atlantis, skal velja ein lim.
Ætlanin er so, at nevndin skal seta ein dagligan leiðara í Atlantis, og nevndin fær eisini til uppgávu, at finna eina loysn á fíggjarligu trupulleikunum. Í løtuni er skuldin í Atlantis 1,9 milliónir krónur, og hendan skuldin tyngir raksturin av húsinum.
- Nú er tað upp til sjálvsognarstovnin at fáa Atlantis at virka aftur sum eitt veruligt mentanarhús, og eg eri vísur í, at hetta er rætta loysin, sigur Jógvan Lutzen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.
- Ætlanin var upprunaliga, at tað umbygda Atlantis skuldi verða eitt mentanarhús, men húsið hevur ikki livað upp til hetta endamál higartil. Nú má tað fáast at virka, og tað sum skjótast, sigur Jógvan Lutzen.
Hann dugir ikki at siga, nær nevndin fyri sjálvsognarstovnin verður vald og fer at virka, men hann vónar, at hetta verður gjørt sum skjótast. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.
Yvirhálað
Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:
? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.
jh