Sjálvstýri í felagsskapi

Dagurin í gjár var ein søguligur dagur - tí tá fór Føroya Løgting fyri fyrstu ferð undir at viðgera framtíðarstøðu Føroya

Higar til dags eru tað bara einstakir flokkar, ið hava borið uppskot í tingið, sum hava við framtíðarstøðu Føroya at gera. Hesaferð er tað eitt samlað landsstýri - tí kunnu vit loyva okkum at taka málið í størri álvara - samd ella ósamd.


Í skrivandi stund er tingviðgerðin ikki komin nóg langt áleiðis, at vit beinleiðis kunnu draga eina niðurstøðu. Men sum væntað setti Sambandsflokkurin seg uttanfyri, meðan Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin konstruktivt søgdu seg vilja arbeiða víðari.


Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal fegnast um framsøgurøðuna hjá Jóannes Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, sum m. a. boðaði frá, at Javnaðarflokkurin aftur fór at leggja fram uppskotið um setan av stjórnmálanevnd - um enn í nakað broyttum líki.


Løgmaður vísti í tinginum í gjár á, at hann fegin vil hava eina so breiða útmelding frá tinginum, sum yvir høvur gjørligt. Hetta er sjálvandi at fegnast um, og bendir á, at landsstýrið ikki ætlar sær í óðum verkum til Keypmannahavnar at samráðast við einum teprum meiriluta av tinginum aftan fyri seg.


Hinvegin, so mugu bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum gera sær greitt, at tað má vera løgtingið, sum stingur út í kortið - tað er ikki rætt, at landsstýrið einsamalt fær heimild at fara til Danmarkar at, hvat danir hava at bjóða! Initiativið má koma úr Føroyum, og tað er ikki meira enn nátúrligt, at tað er løgtingið, sum gera hesa kós av.


Formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen mælti til eina fólkaatkøvðu, til tess at vita, hvørja kós fólkið ætlar sær. Við allari virðing fyri fólkaatkvøðum, so tykist henda støða Sambandsfloksins ikki at vera annað, enn kávalótir.


Nógv áhugaverd sjónarmið koma uttan iva fram, áðrenn 1. viðgerðin einaferð í dag verður liðug. Men, sum vit á hesum stað fleiri ferðir hava nevnt fyrr, so bendir nógv á, at vit fáa ein nýggjan sáttmála Danmarkar og Føroya millum. Úrslitið - ella miðloysnin, kann verða hon, at hetta verður innan fyri ríkisfelagsskapin - umenn kanska í øðrum líki?