Sjálvstýrisblokkur er fyrsta stigið

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, heldur, at skulu politiskir flokkar í Føroyum føra blokkpolitikk, er ein sjálvsstýrisblokkur fyrsta stigið at taka.

Í Tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið viðger Jógvan Sundstein sonevndan blokkpolitikk. Blokkpolitikkur er eyðkendur við, at nakrir politiskir flokkar taka seg saman yvir eitt longri tíðarskeið fyri at føra ein avtalaðan politikk - og eisini standa saman í sambandi við eitt val.

Jógvan Sundstein heldur, at áðrenn føroyskir flokkar kunnu finna saman í vanligan bláan og reyðan blokk, mugu flokkarnir fáa avgreitt ríkisrættarliga spurningin og fáa blokkstuðulin úr Danmark burtur.

- Ikki fyrrenn vit hava fingið hendan blokkin at bráðna fullkomuliga og hvørva, og vit hava tikið fulla ábyrgd av landsins viðurskiftum, kann farast undir at føra “vanligan” politikk, sum í teim londum, vit gjarna vilja samanbera okkum við, sigur Jógvan Sundstein.

- Út frá vanligum politiskum kriterium kundu vit fyri sovítt skipa flokkarnar í nakað sum líktist einum reyðum og einum bláum blokki, men í Føroyum hava vit ikki vanlig politisk kriteriir. Føroyum tørva tað mest grundleggjandi fyritreyt fyri einum normalum politiskum virksemi, nevniliga at hava fult ræði í egnum landi og samfelag.

- Størsta takið hjá føroysku politikkarunum er tí at koma burtur úr hesum ósjálvstøðugu bondunum. Fyri at fremja hetta er helst neyðugt at skipa ein sjálvstýrisblokk, sum setur sær fyri at fremja fullveldi. Tá hetta er avgreitt kann møguliga annar blokkpolitikkur verða førdur, sigur Jógvan Sundstein.