Sjálvstýrisflokkurin nýggjan landsfelagsskrivara

6. februar varð Jónas Johnsson valdur til skrivara í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins, har hann eisini er varalimur fyri umboðið úr Suðurstreymi, Ásu Olsen, ið er næstformaður floksins. Hann er eisini næstformaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, stýrislimur í ALV, kontaktpersónur fyri fysioterapeautar í praksis, nevndarlimur í Fysioterapeutfelag Føroya, umboð fyri Føroyar í umboðsráðnum hjá Danske Fysioterapeuter og varalimur í sama felag.
Jónas er føddur í Reykjavík 20. apríl 1949, sonur Hallgerð og John Sivertsen. Hann er næstur av seks brøðrum. Jónas er útbúgvin fysioterapeutur og rekur sína egnu fysioterapistovu í Kollafirði, har hann saman við familjuni hevur búð seinastu 23 árini. Hann giftist í 1977 og eigur eina dóttir og ein son.
Foreldrini hjá Jónas vuksu bæði upp við Gjógv, tó at móðurættin er av Eiði. Foreldrini hjá Hallgerð, Kristianna og Jóhan Kallsoy, búðu 25 ár við Gjógv, har Jóhan var lærari. Hann var eisini løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í nógv ár. Hin abbin var Kristjan á Fløtti (Sivertsen), skipari, og omman var Andrea, sum livdi til hon bleiv 101 ára gomul.
Hóast Jónas búði í Havn sum ungur, búði hann við Gjógv skúlaárið 1958-59. Tá upplivdi hann bygdasamfelagið sum tað var tá. Skúladagurin byrjaði við at reka kúnna av básinum í kjallaranum, ígjøgnum bygdina, niðan eftir geilini og um garðaliðið. Tá galt eisini nógv um at stíga uttanum nógvu mykjuna. Har var ein serligur roykur allastaðni, sum nú er horvin. Ferðasamband við bygdina var tvær ferðir um vikuna ? um tað viðraði. Til dømis komu Smiril og Brittons Pride. ?Lítli Hvíti? hjá Stóra Peturi førdi fólk og farm í land, fullfermdur til stokkin, ofta sleipandi tunnur við petroleumi og øðrum. Síðan var hivað, lorað og borið úr gjónni. Men fólk høvdu tað sera gott, sæð úr barnaeygum. Jónas hevur eisini aðrar royndir, sum t.d. sjómaður, postmaður, húsasmiður, múrari og sum barnaverndarlimur.

JH