Sjálvstýrisflokkurin á netinum

Tingakrossur, sum fram til áttatiárini var blað Sjálvstýrisfloksins, er nú komin út aftur í elektróniskari útgávu.

Sjálvstýrisflokkurin hevur gjørt sær heimasíðu, har høvuðssíðan er ein internetútgáva av Tingakrossi. Á hesi høvðussíðu eru greinar frá politisku manning floksins.

Harafturat ber til at koma frá høvðussíðuni inn á eina undirsíðu, ið kallast heimasíðan hjá Sjálvstýrisflokkinum. Her ber millum annað til at heinta sær upplýsingar um ting- og landsstýrismanning floksins.

Sjálvstýrisflokkurin er fimti politiski flokkurin í Føroyum við heimasíðu. Hinir flokkarnir á netinum eru Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin.

Heimasíða Sjálvstýrisfloksins er at finna á www.tingakrossur.fo.