Sjálvstýrisflokkurin - strategi - framtíðarvisjón 2015

Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin

Sjálvstýrisflokkurin vil fegin taka lut í arbeiði løgmans, at orða eina samfelagsstrategi hiðani og til 2015, fyrst og fremst við atliti til búskaparvøkstur.

Sjálvstýrisflokkurin metir tað vera sera týðandi, at allir flokkar eru saman um eina framtíðarætlan, ið fevnir um fleiri valskeið; tí vil flokkurin lata løgmanni síni ráð um búskaparmenning.

Sjálvstýrisflokkurin fer millum annað at leggja dent á hesi atlit til tess at menna føroyska búskapin:

<sum$?$end$!$ at selja almennar ognarlutir í vinnuni.
<sum$?$end$!$ at gjalda almennu skuldina og rationalisera almenna sektorin, so skattabyrðan kann minka uttan at rokningin verður send eftirkomarunum.
<sum$?$end$!$ at tryggja kapping og kappingarføri í vinnulívinum
<sum$?$end$!$ at fiskatilfeingi fyri milliónaupphæddir, sum í dag verður blakað aftur í havið, kemur til lands og verður gagnnýtt
<sum$?$end$!$ at menna gransking í Føroyum í samstarvi við vinnulív, útbúgvingarstovnar, fakfeløg og við munandi hægri játtan
<sum$?$end$!$ at geva føroyskum ungdómi møguleikan fyri at koma heim til hægri lesna
<sum$?$end$!$ at byggja á úrslit okkara innan sjóvinnuútbúgvingar, so vit gerast eitt veruligt undangonguland innan gransking og útbúgving tengda at fiskivinnu í breiðari merking
<sum$?$end$!$ at menna førleika og trivna hjá øllum verka- og starvsfólki, so Føroyar kann verða háførleika og hálønarland heldur enn ein kapping um tímalønina
<sum$?$end$!$ at alt sum útflutt verður er 1. floks. Føroyar borga fyri dygd, álit og umhvørvisvinarligari framleiðslu
<sum$?$end$!$ at skapa umhvørvi og karmar fyri nýggjum vinnum innan teldu og annað tøkni
<sum$?$end$!$ at tryggja menningina kring landið so stovnar, ið skapa førleikakrevjandi arbeiðspláss, verða í øllum økjum í landinum
<sum$?$end$!$ at tryggja áhaldandi samferðsluútbygging
<sum$?$end$!$ at geva ans, at øll búskaparmenning er treytað av góðum umstøðum hjá mentan í breiðari merking, tí uttan spennandi og mennandi mentan støðast ungdómurin ikki í Føroyum
<sum$?$end$!$ almennan orku - og umhvørvisvinarligan politikk. Í allari almennari bygging eigur at verða ásett, at minst 30 % av orkunýtsluni skal fáast frá varandi reinum orkukeldum td.(sól) .

Sjálstýrisflokkurin metir hesi meginatlit: privatisering, rationalisering, fíggjarligt skil, gransking, útbúgving, breiðan førleika- og starvsfólkamenning, ans fyri økismenning og mentan kunnu tryggja okkum stóran búskaparvøkstur næstu tíggju árini. Málið má verða munandi búskapar- og fólkavøkstur, ikki minst við at fáa fleiri føroyingar at flyta heimaftur at virka ella útbúgva seg. Vit noyðast at renna fyri bert at halda javnvágina í altjóðagerðini, og skal eitt lítið land sum okkara klára seg í meldrinum, má ferð setast á.

Sjálvstýrisflokkurin er boðin til fundar 20. maj, har flokkurin fer at vísa sína fatan av búskaparstrategiini. Harumframt fer flokkurin at leggja dent á, at arbeiðið við visjónini fyri 2015 má verða meira semjusøkjandi enn tilgongdin, í samband við yvirtøku- og heimildarlógirnar hevur verið.