Fullveldisfólk hava sæð betri dagar. Áræðið og framfýsni á fullveldisøkinum eru skift út við ørkymlan. Tjóðveldisflokkurin er settur í andstøðukuldan og hjartamál floksins, fullveldistøkan, hevur breiða samgongan sett á síðulinjuna hetta valskeiðið.
Hetta er fatanin eftir 14.septemberhaldið á Læraraskúlanum týskvøldið. Við undirheitinum "Eru Føroyar settar í bakkgear" bjóðaði Tjóðveldisflokkurin, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldi til kvøldsetu til minnis um Fólkaatkvøðuna 14. september í 1946.
Góð 150 fólk vóru komin saman í Læraraskúlahøllini. Eldra- og miðal ættarliðið vóru vælumboðað á kvøldsetuni, meðan fá ung fólk møttu.
Fortíðin heldur enn framtíðin
Tey fýra Hildur Eyðunsdóttir, Heini O. Heinesen, Annita á Fríðriksmørk og Høgni Hoydal fluttu fram røðu á kvøldsetuni.
Hóast talan ikki var um ein politiskan fund, men eina kvøldsetu um 14. september 1946, hevði tú væntað nakrar røður um, hvussu Tjóðveldisflokkurin í 2004 vil virka fyri, at hjartamálið, fullveldismálið, aftur kemur á breddan í Føroyum í eini tíð, har sitandi samgonga ikki raðfestir fullveldismálið eins høgt sum undanfarna samgonga.
Men so varð ikki. Heldur enn at leggja orkuna í nútíðina og framtíðina vóru stórar partar av røðunum um beistagerðina hjá dønum, tá teir skúgvaðu føroyskan fólkaviljan til viks í 1946, hóast oyggjasamfelagið í Norðuratlantshavið atkvøddi fyri loysing.
Í røðu síni kom formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, kortini inn á spurningin um framtíðina og fortíðina.
?Heldur enn at minnast 14.september sum ein vanlagnudag eiga vit í framtíðini at gera 14.september til dag vónarinnar. Vit mugu royna at peika frameftir heldur enn at ilskast um fortíðina, segði Høgni Hoydal.
Hæddarpunktið
Hæddarpunktini á kvøldsetuni vóru uttan iva tónleikurin og sjónleikurin. Kári Sverrisson, Jón Tyril og Bass Njai úr Gambia stóðu fyri tónleikinum, meðan garparnir úr Grímu, Hans Torgarð og Bárður Persson, høvdu játtað at spæla eitt petti úr Søgunum úr Krabbur
Kári, Jón og Bass spældu løg hjá Kára Sverrissyni og hjá Bass Njai. Við einføldum gittarspæli og trummum hugtók Kári Sverrisson enn einaferð.
Hans Torgarð og Bárður Persson framførdu eitt petti úr skemtiliga politiska fundinum úr sjónleikinum, Søgur úr Krabbur, og láturin rungaði í Læraraskúlahøllini, tá frálíku sjónleikararnir framførdu stuttliga leikin.