Sjálvstýrismálið hevur økt um trupulleikarnar

? Vit hava bíðað og bíðað eftir einari avkláring í forholdinum við danir, tað skuldi ornast fyrst, áðrenn vit gjørdu nakað annað, men tað hevur bara økt um trupulleikarnar í føroyska samfelagnum. Tí er tað avgerandi neyðugt, at vit nú leysgeva orku til at loysa teir veruligu trupulleikarnar í samfelagnum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Nýggja yvirtøkulógini skal hava við sær, at føroyskur politikkur aftur fer at snúgva seg um veruligar trupulleikar og ikki bara um sambandið millum Føroyar og Danmark.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum mánadagin var í Keypmannahavn og skrivaði undir eina yvirlýsing, har hann og danski forsætisráðharrin binda seg til at gera eina nýggja yvirtøkulóg fyri Føroyar
? Vit hava viðgjørt sambandið millum Føroyar og Danmark í óendaligheit, men nú hava vit funnið eina loysn á sjálvstýrismálinum, so tað ikki longur fer við so nógvari orku hjá politisku skipanini, sigur løgmaður.
Hann heldur, at sjóneykan nú av álvara skal setast á teir veruligu trupulleikarnar, sum eru í føroyska samfelagnum.

Nógv fullveldi í nógv ár
Fullveldisssamongan setti føroyskt sjálvstýri ovast á breddan, tá ið samgongan tók við í 1998, og næstu árini snúði nógv í føroyskum politikki seg um politisku samráðingarnar við danir um fullveldi.
Samráðingarnar við danir slitnaðu, eftir at partarnir fleiri ferðir høvdu verið í krovinum á hvørjum øðrum á buldraligum fundum í Keypmannahavn.
Eitt av málunum, sum táverandi samgonga arbeiddi við, eftir at samráðingarnar við danir vóru slitnaðar, var at gera eina ætlan, sum skuldi tøma heimastýrislógina fyri yvirtøkur eftir einum ávísum áramáli, og so skuldi bara sjálvt fullveldið verða eftir at taka. Hendan ætlan varð ongantíð sett í verk orsaka av innanhýsis ósemju í samgonguni, sum síðani slitnaði av heilt øðrum orsøkum.
Mánadagin gjørdist arbeiðið hjá føroyingum at gera yvirtøkur lættari, tá ið ein yvirlýsing hjá løgmanni og forsætisráðharranum staðfesti, at nú eiga føroyingar alla avgerðina um, hvørjar yvirtøkur skulu gerast, og nær tær skulu gerast. Eru ósemjur í samráðingum um yvirtøkur, so kunnu føroyingar yvirtaka hóast tað.
Seinnu dagarnar hevur verið breið semja um, at yvirtøkulógin kann metast sum eitt stig framá fyri størri føroyskt sjálvstýri, men Jenis av Rana hevur víst á, at tað kann gera tað sama, um møguleikin at yvirtaka er betri, um føroyingar ikki ætla sær at yvirtaka nakað.

Problemini eru ótrúliga stór
Løgmaður, sum skrivaði undir yvirlýsingina, heldur, at yvirtøkulógin kann skapa tann frið um sjálvstýrismálið, sum føroyskur politikkur hevur brúk fyri.
? Nú er sjálvstýrismálið ikki longur eitt stríðsmál millum Føroyar og Danmark, tí løgtingið skal nú einsamalt avgera, um yvirtøkur skulu fremjast ella ikki. Vit koma ikki at brúka endaleysa orku til samráðingar og stríð við danir um yvirtøkur, tí nú er arbeiðsgongdin nógv lættari. Sjálvstýrismálið er loyst, og avgerðin liggur nú í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Og sambært honum er tað alneyðugt, at orkan í føroyskum politikki verður brúkt til annað enn eitt stríð við danir um yvirtøkur og sjálvstýri.
? Føroyskur politikkur hevur snúð seg alt ov nógv um sambandið millum Føroyar og Danmark. Tað hevur líkasum verið ein hugsan hjá nógum, at veruligur politikkur snýr seg um føroyskt sjálvstýri og ikki nakað annað.
? Meðan vit hava brúkt okkara orku til sjálvstýrismálið, eru stórar broytingar hendar rundan um okkum, og eg eri bangin fyri, at problemini í føroyska samfelagnum eru ótrúliga stór, og at støðan er blivin verri av, at týðandi politiskar avgerðir hava verið køvdar av sjálvstýrismálinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Vit hava bíðað og bíðað eftir einari avkláring í forholdinum við danir, tað skuldi ornast fyrst, áðrenn vit gjørdu nakað annað, men tað hevur bara økt um trupulleikarnar í føroyska samfelagnum. Tí er tað avgerandi neyðugt, at vit nú leysgeva orku til at loysa teir veruligu trupulleikarnar í samfelagnum.

Vinnupolitikkur og strategisk ætlan
Jóannes Eidesgaard heldur, at politiska skipanin hevur eina risa uppgávu fyri framman, nú krepputekin eru at hóma ymsastaðni í føroyska samfelagnum.
? Vit hava stórar trupuleikar at loysa. Búskapurin hevur ávísar trupulleikar, alivinnan er í kreppu, flakavinnan somuleiðis, altjóðagerðingin krevur nógv av okkum, og vit hava als ikki kjakast um okkara samband við ES í nógv ár.
? Hugsa bara um, hvussu nógva politiska orku okkara grannalond ? Danmark og Ísland til dømis ? hava brúkt til veruligar trupulleikar, meðan vit hava lagt dent á yvirtøkur og sjálvstýrismálið, sigur løgmaður.
Hann heldur, at tað er alneyðugt við einum vinnupolitiskum orðaskifti, og at orka verður løgd í at gera eina strategiska ætlan fyri føroyska samfelagnið fram til 2015.
? Vit parkera ikki sjálvstýrismálið við nýggju yvirtøkulógini, men vit hava fingið eitt amboð, sum ger tað lættari at fremja yvirtøkur, og so er tað upp til løgtingið at gera av, hvørjar yvirtøkur skulu fremjast. Hinvegin kunnu vit ístaðin brúka meira tíð til onnur týðandi mál, sum hava ligið alt ov leingi á láni, sigur Jóannes Eidesgaard.