? Tit siga, at vit skulu hava samstarv m. a. í uttanríkisspurningum. Vit tað siga, at danir framvegis skulu stýra okkara uttanríkispolitikki?
Endamálið hjá landsstýrinum er, at vit sjálv skulu stýra uttanríkispolitikkinum við egnum uttanríkisráðharra. Men tað sum miðað verður eftir er, at hava eitt praktiskt samstarv við Danmark, sum vit eisini hava í dag, har vit kunnu keypa okkum tænastur av uttanríkisverkinum úti í heimi. Onnur smá lond, t. d. Ísland og Malta hava ikki nógvar sendistovur úti í heiminum. Tey hava fyrst og fremst sendistovu í New York, í ST, og øðrum londum, tey hava nógv handilssamstarv við.
Vit mugu minnast til, at tað tekur sína tíð, áðrenn vit hava bygt upp eina uttanríkistænastu. Tað krevur drúgva tíð og roynt fólk, og hetta er eisini treytað av, hvørja støðu vit skulu hava við ES.
? Um hetta verður veruleiki. Verður tá ríkisfelagsskapurin við Danmark varðveittur, ella verður hann tikin av?
? Nú hava vit aftur eitt hesum hugtøkunum. Hvat er ríkisfelagsskapur - í dag er ríkisfelagsskapurin tað, at vit hava eina danska grundlóg, sum eisni er galdandi fyri Grønland og Føroyar. Vit miða eftir at fáa eina sjálvstøðuga føroyska grundlóg og eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki, og so miða vit eftir at fáa okkurt samstarv við Danmark á tí grundalagnum, onkur hevur nevnt tað ein ríkjafelagsskap. Tað verður ein felagsskapur, men ikki tann, sum vit kenna í dag, men ein felagsskapur millum tvey sjálvstøðug lond.
? Líkist hatta so sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum?
Nú veit eg ikki rættuliga, teir tosa um økt sjálvstýri undir donsku grundlógini. Men tað verður áhugavert at síggja undir viðgerðini í tinginum, hvat Javnaðarflokkurin vil, eg haldi ikki vit eru so langt frá hvørjum øðrum. Skulu vit hava føroyskan ríkisborgararætt, skulu vit hava føroyskan uttanríkispolitikk, so noyðast vit at hava eina sjálvstøðuga grundlóg, sum setur karmarnar um tað.
? Hvat merkir ein føroysk grundlóg?
? Tá hevur tú staðfest, at alt valdið yvir Føroyum liggur í Føroyum. Landsstýrið er tá hægsti umsitingarmyndugleiki og løgtingið sum er hægsti lóggávumyndugleiki og so mugu vit hava dómsvaldið á føroyskar hendur. Og tá er tað tað føroyska fólkið, sum hevur tikið støðu til, undir hvørji skipan vit skulu liva.
Tá kunnu vit siga, at vit statsrættarliga eru leys av Danmark.