- Sjálvt heimin hava vit gjørt fýrakantaðan

Okkara tørvur at fáa alt at passa inn í fýrakantaðar rammur er somikið stórur, at sjálvt heimskortið hava vit gjørt fýrakantað. Okkara alskur fyri fýrakantaða er høvuðshugsjónin handan listaverkið hjá Anniku Jensinu á Lofti, ið herfyri varð sýnt fram í Glyptotekinum í Keypmannahavn.

List

Føroyska listakvinnan Annika Jensina á Lofti sýndi herfyri fram í Vetrarurtagarðinum á Glyptotekinum í Keypmannahavn. Vit fingu orð á listakvinnuna inni í tropiskt kenda urtagarðinum, ið blómar alt árið.

400 myndir av fýrakantum
Í einum hornið millum plantur og blómur stendur listaverkið. Eitt sjónvarp, ið vísir eina myndarøð við 400 myndum fýrakantum úr gerandisdegnum vístir við eini ferð á 4 myndir um sekundi, uttan avbrot, umaftur og umaftur. Ferðin, ið myndirnar verða vístar við, er somikið høg, at hvørja ferð tú hyggur at sýningini eru nýggjar myndir, ið tú leggur til merkis. Har eru myndir av, nógvum ymiskum skeltum, einum pakka av kakao mjólk, einum koyrikorti, alskyns merkiseðlum, einum tendrara, ymiskum eskjum, einum dvd spælara, eini durðatelefon, einum sjúkratryggingarkorti og nógvum øðrum, alt víst á einum fýrakantaðum sjónvarpsskíggja.

Formurin er eftir
Annika greiðir frá,. at hon valdi at vísa myndirnar í somikið høgari ferð, at fýrakantaði formurin gjørdist tað avgerandi. Tá tú sært ein lut, hevur hann nógvar ymiskar týdningar í tínum høvdi, men við at myndasýningin gongur so skjótt, fær hon í ein ávísan mun tikið meiningina frá lutinum og eftir er formurin.
Annika Jensina á Lofti hevur áður sýnt fram á t.d. Ólavsøkuframsýningum, men talan hevur verið um vanliga myndlist, málningar og lista myndir. Hetta er hennara fyrsta framsýning av eini lista installatión.

Hugskot undir dýnuni
- Eg fekk hugskotið ein morgunin, tá eg lá í songini og ballaði meg. Eg hugsaði um øll djórini, sum eisini lógu og ballaðu seg í sínum holum. Alt var so runt og hugnaligt, so hugdi eg upp á mítt fýrakantaða loft, úr míni fýrakantaðu song, dýnan og koddin vóru fýrakantað, vindeyguni vóru fýrakantaði, veggirnir vóru fýrakantaðir og hurðin var fýrakantað, sjálvt teppið á gólvinum var fýrakantað. Eg fór upp og út í køkin, aftur fýrakantar allasastaðni køliskápið, komfýrurin, skápini, bøkurnar, myndirnar á vegginum, stólar, borð, hillar alt fýrakantað.
- Eg hugdi út gjøgnum vindeyga, fýrakantaðir vegir og alla staðni fýrakantaðir bygningar. Eg hugsaði, hvat er tað sum ger, at vit skulu hava alt at passa inn í fýrakantaðar karmar. Eg veit væl, fólk siga tað er effektivt og praktiskt, men tað er snedigt, at vit gera tað við alt. Heimurin er rundur, tað er tann organiski formurin, men sjálvt heimin hava vit gjørt fýrakantaðan, tá vit hava tekna heimskortið, sigur Annika og heldur fram.
- Eg fór út, eg búgvi á Oryasundskollegiinum og fór út. Aftur fýrakantar, allastaðni á gongini fýrakantaðar hurðar við fýrakantaðum durðaskeltum, fýrakantaði vindeygu og fýrakantaðar flisar á gólvinum. So inn gjøgnum fýrakantaðu dyrnar á elevatorinum, ið eisini er fýrakantaður. Uttan fyri aftur teir beru fýrakantar.

Fýrakantaði eygu
- Eg avgjørdi tí, at fara at avmynda teir fýrakantarnar, sum eg síggi ein dag og vísa teir í einum sjónvarpi. Tað virkaði passandi, tí eitt sjónvarp er fýrakantað, og tú fært eisini fýrakantaði eygu av at hyggja at sjónvarpi, sigur Annika.
- Eg vildi gjarna sýna tað fram her inni á Glyptotekinum, greiðir hon frá.
- Vetrargarðurin er organiskur og vakur, og tí var tað eitt væl hóskað stað at vísa hesa framsýngina. Men samstundis er Glyptotekið fýrakantað, bæði so og so, og danir kunnu eisini gott vera eitt sindur fýrakantaðir, so á tann hátt er tað eisini hóskandi.

Debut í Glyptotekinum
Men hvussu ber man seg at við at debutera á einum so nógv virdum framsýningarhølli sum Glyptotekinum?
- Hetta er ein verkætlan, ið eg havi gjørt í sambandi við skúlan hjá mær, og í hesari havi eg samstarvað við nøkur lesandi á Universitetinum í Keypmannahavn. Tey skrivaðu og sendu umsóknina um at sleppa inn her at sýna fram. Eg ivist í, at eg sjálv hevði klára at skrivað eina nóg góða umsókn, greiður Annika frá.

Langdrigið arbeiði
Upprunaliga hevði Annika tikið umleið 1000 myndir av fýrakantum, ið hon hevði rent seg í. Hesar eru kókaðar niður til tær umleið 400 bestu. Men klippingin og samansetingin av øllum 400 myndum hevur verið strævið og langdrigið arbeiði.
Tuborg Fonden dámdi somikið væl hugskotið, at fondurin valdi at stuðla sýningini fíggjarliga, og hevur gjørt hana møguliga.
Annika varð í summar liðug við eitt ára lesturin á lista myndaskúlanum Fatamorgana. Men fekk so eitt praktikkpláss á skúlanum og verður tí verandi har til árskiftið. Ætlanin er tó, at halda fram við at arbeiða við listini.