Sjálvvirkandi ferðkanningar kundu uttan stórvegis íløgu verið á strekkjum, har sum bilførarar hava lyndi til at koyra ov skjótt, heldur Benny Ejdesgaard koyrilærari. Sjálvvirkandi ferðkanningar, fotofellur ella starakassar, sum tað eisini verður nevnt, hava í Svøríki verið við til at sett ferðina niður hjá teimum svensku bilførarunum. Starakassarnir fram við svensku vegunum hava havt við sær, at talið av deyðum í ferðsluni nú er tað lægsta síðan 1940.
Starakassarnir taka myndir av teimum bilførarum, sum koyra skjótari enn hægst loyvdu ferð. Bilførarar verða kunnaðir um myndatólið vit at 200 metrar áðrenn sjálvan starakassan er eitt ávaringarskelti, ið boðar frá, at eitt myndatól er fyri framman.
Ein tílík skipan kundi uttan stórvegis íløgu verið sett í verk í Føroyum. Byrjað kundi verið við t.d. einum myndatóli. Eitt hugskot kundi verið, at myndugleikarnir settu nakrar starakassar, sum kunnu flytast, upp á ymiskum støðum, har bilførarar hava lyndi til at koyra alt ov skjótt.
Í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar frá 2007 stendur m.a.: Mælt verður til, at skipað verður fyri, at sjálvvirkandi ferðkanningar kunnu setast í verk á støðum og teinum, har tað hevur serligan týdning at fáa miðalferðina niður.
Kanningar uttanlands vísa, at besta amboð til at seta miðalferðina niður, er at hava løgreglueftirlit á vegnum ella at upplýsa um, at sjálvvirkandi ferðkanning verður gjørd á strekkinum, skrivar Benny Ejdesgaard, koyrilærari, m.a. á heimasíðuni www.koyrilararin.fo