Fyrsti sunnudagur í mai mánaði, sum er 6., er tann árligi kaffisøludagurin hjá sjómanskvinnuringinum í Reykjavík. Tá vitja vanliga nógvir føroyingar og føroyarvinir sjómansheimið í Reykjavík. Tá verður boðin drýlur við skerpikjøti og annar matur.
Sjómanskvinnuringurin er ein hollur stuðul hjá sjómansheiminum, og tær hava savnað nógvan pening og innbúgv til heimið. Seinast keyptu tær eitt klaver til samkomusalin.
Hvønn sunnudag er møti á Sjómansheiminum og dúgliga verður vitjað umborð á skipini, har føroyingar eru við. Serliga eru tað rækjuskipini undir Eysturgrønlandi sum koma inn í Íslandi. Um summarið koma eisini snellu, kalva og línubátarnir.
Føroyingar í arbeiðsørindum í Íslandi búgva eisini nógv á Sjómansheiminum, men eisini ferðafólk ymsastaðni úr heiminum gista har um summarið.
Sjómansheimið hevur frá byrjan av virkað sum ein føroysk sendistova í Íslandi. Øll, sum hava spurningar um Føroyar ella vilja hava samband við føroyingar, venda sær altíð fyrst til Ørkina. Íslendskar fyritøkur og onnur, sum vilja hava føroyingar at arbeiða hjá sær brúka nógv hesa ókeypis tænastuna.
Flestu føroyingar kenna trúboðaran Jóhan Olsen úr Rituvík. Hann hevur í mong ár virkað sum trúboðari í Íslandi. Hansara ágrýtni saman við trúføstum vinum hjá heiminum bæði í Føroyum og í Íslandi gjørdu tað møguligt at byggja heimið. Løgtingið lat nakað at stuðli, men heimið er rikið uttan stuðul úr Føroyum, síðani tað lat upp. Fiskimannafelagið hevur eisini altíð stuðlað heiminum væl.
Fyrstu fyristøðufólkini vóru Elin og Símin Hansen úr Skopun. Síðani vóru tað Rosa og Jákup Hendrik Hansen erisini úr Skopun, og núverandi leiðarin er Eirná Ásgeirsdóttir, sum er íslendsk. Tað eru tó altíð føroyingar, ið arbeiða á heiminum.