Sjónleikaskúlin vísti sínar dygdir

Mikukvøldið og hósmorgunin vístu næmingar úr sjónleikaskúlanum í Havnar Sjónleikarafelag fram Søgur og sagnir, ið er ein leikur, sum er býttur upp í fýra smærri leikir

Á hvørjum vetri hesi seinastu mongu árini hevur Havnar Sjónleikarafelag skipað fyri sjónleikaraskúla fyri børnum í skúlaaldri. Veturin,  ið júst er farin aftur um bak, er einki undantak í so máta, og í vikuni hava næmingar á einum av bólkunum hjá skúlanum havt sýningar av leikinum Søgur og Sagnir, sum tey hava vant í vetur.
 
Leggja lív og sál í leikin
Tað er einki at taka seg aftur í, at tey  14 børnini, sum eru við í leikinum,  hava lagt lív og sál í hetta arbeiði, sum tey hava vant gjøgnum veturin. Umframt at hava vant sjálvan leikin, hava tey saman við leikstjóranum og læraranum, Hedvig Westerlund Kapnas, eisini gjørt búnar og pall.
Leikurin, Søgur og Sagnir, er býttur upp í fýra smærri leikir. Fyrsti partur av leikinum er eitt bræv, sum Jákup Jacobsen, doktari, skrivari. Síðani snýr leikurin seg um Gívrinar á Sandoynni, um Kjølur á Nesi, og seinasti partur av leikinum er um kendu søgnina um Snæbjørn.
Tey børnini, sum í vikuni hava víst henda leik fyri at kalla fullum sali í Sjónleikarahúsinum, hava øll gingið á sjónleikaraskúlanum í nøkur ár, so tey eru við at hava fingið sær nakrar royndir á økinum.
Hedvig Westerlund Kapnas sigur, at tað er sera stórur áhugi millum børn og ung í Havn at spæla sjónleik, og tað er vanligt, at langur bíðilisti er at sleppa á sjónleikaraskúlan, og á hvørjum ári eru tey noydd at siga nei til nakrar umsøkjarar. Tey børn, ið hava gingið á skúlanum áður, hava fyrstarætt at sleppa á skúlan, og royndirnar vísa, at tá børn fyrst eru sloppin á skúlan, ganga tey í fleiri ár.