Sjónleikur aftur í Fuglafirði

Ummæli

So bragdaði aftur á sjónleikaraøkinum í Fuglafirði. Heili tjúgu ár eru liðin síðani Fuglafjarðar Sjónleikarafelag framførdi sjónleik seinast, so tað var við stórum spenningi fólk leitaðu í Mentanarhúsið leygarkvøldið 18. januar at hyggja at íslendska skemtileikinum Fiskar á turrum landi, ið Árni Ibsen ættaður av Stykkishólmi hevði skrivað, og sum Turið Sigurðardóttir hevði týtt.
Karmarnir í nýggja stásiliga mentanarhúsinum eru fram úr góðir, so møguleikarnir hjá sjónleikarunum at framføra ein góðan leik skuldu verið góðir.
Leikstjóri var Magni Poulsen undir Gøtueiði, ið man teljat millum frægu sjónleikararnar í landinum. Hann hevði fingið væl burturúr, tey fýra ungfólkini, ið leiktu, komu øll væl frá sínum leikluti.
Kennet Jørgensen, ið leikti Knútur, ið var maður í tríati aldur, sum ongar framtíðarætlanir hevði, kom væl frá hesi uppgávu. Hann tosaði týðuliga og hart, dugdi at spæla við og verða upptikin av tí, ið aðrir leikarar á pallinum bóru fram.
Hann dugdi eisini við sínum andlitsbrøgdum ? uttan at gera ov nógv av ? at lýsa hvørjari støðu hann var í. Hann fekk mangan allar áskoðararnar at sita í skellilátri.
Áslakkur Nesá , ið leikti ungur handilsmaður úr Reykjavík við stórum fram-tíðarætlanum - mótvegis Knúti ? kom eisini væl frá sínum leiki. Hansara leikur var ikki so lættur at spæla og kravdi nógv av persóninum. Frá at vera tann blíði handilsmaðurin, skuldi hann aðrar tíðir verða illur fyri ikki at siga óður. Og aftur aðrar tíðir var hann drukkin. Men alt hetta megnaði Áslakkur til fulnar.
Hanna Lassaberg , leikti at vera kona Gudmund, dugdi somuleiðis sín leiklut væl og virðiliga.Hon dugdi at spæla tann heldur tápuliga konan, ið tráaði eftir øðrum mannfólki m.o. Knúti, helst tí, at maður hennara Gudmundur, hevði bert eitt í kvittanum, og tað var at vinna pening uppá stytst møguliga tíð.Hon dugdi væl at spæla kvinnan, ið ikki hevði alt ov nógv innanfyri, eins og hon kom serliga væl frá tí partinum, tá ið hon hevði fingið hug á tí lítillætna Knúti, ið Kennet spældi.Sera skemtiligt og væl spælt.
Marita Øre, leikti spákona, ið var nakað heilt fyri seg. Marita hevði valt at tosa uppá ein serligan máta, sum onkur helt fyri, var serliga fuglafjarðaligt. Marita megnaði hetta allan leikin og kom hon eisini væl frá sínum leikluti.
Var nakað at fílast á, so var tað, at leikararnir í einstøkum førum tosaðu ov spakuliga, so tey , ið sótu aftarlaga ikki fingu alt við. Men havandi í huga, at leikararnir eru nýggir, og hava lítlar so royndir ,so má sigast, at tey komu øll væl frá leikinum.
Turið Sigurdardóttir hevði týtt leikin.Tað er ikki lætt at umseta úr einum máli í annað, ikki minst tá talan er um skemtileikir, tí teir skemtingarsomu setningarnir, skulu helst verða eins skemtingarsamir í tí umsetta, sum í tí upprunaliga. Hesum er Turið komin væl frá.Málbúnin var lættur og náttúrligur. Og tó, okkurt var, ið kundi verið øðrvísi t.d. tá ið Knútur sigur: Eg havi ikki "sagt eitt kis". Vit plaga at siga, at vit "hoyrdu ikki Kis" og ikki "sagt eitt kis".( sagt eitt orð)
Orðið "keðsamt" varð nýtt, ístaðin fyri tað mest nýtta orðið í vanligari talu "keðiligt".Orðini "hvat sker" varð nýtt ístaðin fyri " hvat hendir", ið somuleiðis verður nýtt í vanligari talu.
Sjónleikaravirksemið er byrjað aftur í Fuglafirði .Byrjanin varð góð, og eftir tí , ið frættist, so hevur Magni Poulsen, leikstjóri, ætlanir um at fara undir ein størri og meira krevjandi leik í næstum, sum vit kunnu gleða okkum til.