Sjónleikurin "Skøkjan Rósa"

Í vár bjóðaði Norðurlandahúsið íslendska sjónleikarabólkinum "Norðanljós", at koma til Føroyar við leikinum "Skøkjan Rósa - skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin". José Luis Martín Descalzo, sum er spaniumaður, hevur skrivað leikin.

Skøkjan Rósa er einmansleikur. Rósa er skøkja, sum býr uppi á loftinum á einum gomlum húsi, sum einaferð var skøkjuhús. Rósa hevur í íbúðini eina standmynd av jesusi, og tosar hon allatíðina við myndina um lív sítt, dreymar, sorgir og mannin, hon elskaði ? ella enn elskar. Henni dámar ikki prestarnar ella nunnurnar og er ikki bangin at siga, hvat ið hon heldur um tey.

José Luis Martín Descalzo las til prest, tá ið hann var yngri, og var somuleiðis blaðstjóri í mong ár á einum av teimum størstu dagbløðunum í Madrid. Hann skrivaði nógv og var væl kendur í heimlandinum. José L.M. Descalzo hevur sagt soleiðis um skøkjuna Rósu: "Hetta er ein sonn søga og tá ið eg fekk hana fortalda, rørdi hetta við kenslur mínar, og hugsaði eg um sjálvt lívið, og hvat lívið hevur at bjóða hvørjum einstøkum".

Leikari í Skøkjuni Rósa er Saga Jónsdóttir. Saga hevur arbeitt sum sjónleikari á Akureyri, á Tjóðarsjónleiarahúsinum og á øðrum sjónleikarahúsum í Íslandi í mong ár. Hon hevur eisini arbeitt sum stjóri á sjónleikarhúsi og hevur havt leiklutir í sjónvarpi, verið við at spælt film og hevur havt uppgávur fyri útvarp.

Saga var t.d. við í Filminum Dansurin, sum var upptikin í Føroyum. Hon setti eisini upp leikin Seggi sum Haukur Símunarson hevur skrivað, fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag í 1998.


Hesi hava verið við at gjørt og sett leikin upp:

Edward Fuglø, scenografi

Ingvar Bujørnsson, ljósmaður. Er til dagliga í føstum starvi á sjónleikarahúsi á Akrueyri.

Kristian Edelstein, ljóðmaður. Er somuleiðis í føstum starvi á sjónleiarahúsi á Akureyri.

Hendan framførsla er eisini eitt samstarv millum Sjónleikarabólkin Norðanljós og Leikfélag Akureyrar.