Sjónvarp við skrantandi skrá

Okkara kæra kringvarp er ikki sum onnur kringvørp í heiminum, skrivar klummuskribenturin hesaferð

Okkara kæra kringvarp er ikki sum onnur kringvørp í heiminum. Í hvussu er ikki tey, sum kunnu røkkast í televarpi ella fáast niður umvegis eina parabolantennu. Um leiðslan í Kringvarpinum heldur føroyingar vera serliga tornæmar ella tápuligar, er ilt at meta um, men tað kundi sæð soleiðis út. Í øllum førum havi eg ongantíð á nakrari aðrari rás, sum eg havi havt atgongd til seinastu nógvu árini, ella so leingi veljast kundi ímillum fleiri rásir, verið út fyri, at skráin stendur so leingi á skerminum ísenn, sum í føroyska sjónvarpinum.

Er endmálið at geva fólki møguleika fyri at fara á bukkina uttan at ganga glipp av næstu sendingini, er málið rokkið fyri hesi viðkomandi. Og er endamálið at fáa kritiskar hyggjarar burtur frá vánaligum sendingum inn á onkra áhugverdari rás, ja, so er hetta ein sera effektivur máti at gera tað uppá. Ella er tað í eini vælmeinandi roynd at lekja okkum fyri tað rastloysi, sum eykennir tíðina, vit liva í, so hattin av fyri tí. Men um kringvarpsleiðslan er so glað fyri tað nýggja búmerkið hjá Kringvarpinum, at vit hyggjarar skulu tvangsinnleggjast til at taka tað til okkum, ja, so er hetta miseydnast í ólukkumát. Í hesum zappitíðun er tað valla ein sál, sum tímir at gløða longri enn eitt hálvt minutt upp á eina sjónvarpsskrá. Tað verði seg flott bakgrund ella ei.

Hetta er valla heldur “skumli” baktankin hjá kringvarpsleiðsluni, tí hvør sjónvarpsrás vil ikki hava allar teir hyggjarar, sum tilber at støva upp.

Heldur man orsøkin vera vánalig tilrættalegging. At man ikki hevur tíð, orku ella dugnaskap nokk til at fáa skrá og klokkutíðir til at passa saman. Men hví er hetta so torført í Føroyum, tá tað eftir øllum at døma letur seg gera alla aðrastaðni í heiminum?

Er hetta eitt eyðkenni fyri okkara lítla, føroyska samfelag, har planlegging er eitt fremmandaorð alt ov nógvastaðni? Eg veit ikki, men tá tað eftir øll hesi ár ikki er eydnast at fáa eina skrá, ið megnar at halda seg so nøkunlunda til tær klokkutíðir, sum verða kunngjørdar eftir hesi somu skrá, kundi okkurt týtt upp á, at so var.