Sjónvarpið fær meira pengar

Fíggjarnevndin mælir løgtinginum til at játta SvF 2,4 milliónir krónur fyri rakstrarhall tvey tey seinastu árini

Sjónvarp Føroya fær nú eina eykajáttan upp á 2,4 milliónir krónur frá løgtinginum.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum um at lata Sjónvarpið fáa hesar pengar fyri rakstrarhall tvey tey seinastu árini, og fíggjarnevndin mælir løgtinginum til at samtykkja eykajáttanarlógina.

Fíggjarnevndin treytar sær tó, at landsstýrismaðurin í mentamálum finnur eina endaliga loysn á fíggjarligu trupulleikunum hjá almenna sjónvarpinum.

Landsstýrismaðurin hevur fingið frágreiðingar frá fyrisitingini í Undirvísingar- og mentamálastýrinum og sjónvarpsstjóranum um fíggjarligu trupulleikarnar.


Gera atgerðarætlan

Ein av komandi døgunum fær Høgni Hoydal, sum er landsstýrismaður á økinum ? fyribils ? ein grannskoðaðan roknskap frá einum uttanhýsis grannskoðara. Saman við hesum roknskapi fylgir eisini ein grannskoðarafrágreiðing.

So skjótt sum landsstýrismaðurin hevur fingið roknskapin og frágreiðingina, fer hann at gera eina atgerðarætlan fyri Sjónvarpið, so trupulleikin við vantandi pengum ikki verður afturvendandi.

Signar á Brúnni mátti frá sum landsstýrismaður, eftir at hann hevði latið Sjónvarpinum pengar av gjaldføri landskassans. Men hesa ferð er líkt til, at pengarnir, sum Sjónvarpinum vantar, verða latnir eftir eina samtykt í løgtinginum.