Landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, fer fyrsta august í ár at seta nýggjan stjóra fyri Sjónvarp Føroya.
Síðani Tróndur Djurhuus segði seg úr stjórasessinum fyri Sjónvarpið, hevur útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, verið stjóri fyri báðar almennu loftmiðlarnar.
Sum stjóri fyri Sjónvarp Føroya hevur tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni av stovninum. Tað er stjórin, ið setur starvsfólkið, eins og hann hevur fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovninum mótvegis landsstýrismanninum í mentamálum.
Mentamálastýrið ger í tíðindaskrivi og í starsvlýsingum í bløðunum greitt, at av umsøkjarunum krevst útbúgving frá lærdum háskúla ella onnur viðkomandi útbúgving, leiðsluroyndir frá almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum, góð samstarvsevni og mennandi leiðslustílur. Harumframt krevst kunnleiki til føroyska mentan og føroyskt mentanarlív.
Sjónvarpið skal nevniliga mótvegis borgarunum senda sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Stovnurin skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsing, talufrælsi og sakliga og óhefta upplýsing. Eisini er álagt Sjónvarpinum at veita eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.
Umsóknarfreistin er 18. juni. Sum sjónvarpsstjóri verður tú løntur eftir 37. lønarflokki hjá tænastumonnum. Starvið er kortini ikki tænastumannastarv.