Sjónvarpslið á bíðlista

Í týskum sjónvarpi vilja tey fegin gera sendingar um Føroyar og føroyskan fótbólt. Trupulleikin er tó í løtuni, at rúm er ikki fyri sjónvarpsliðnum, ið telur 30 fólk

Fótbóltur

 

Enn eina ferð setir fótbóltslandsliðið Føroyar á heimskortið. Italskir og skotskir miðlar vísa í hesum døgum oyggjum okkara stóran ans, og eisini í Týsklandi vilja tey fegin nýta komandi landsdystirnar til at seta fokus á oyggjar okkara.

Soleiðis hevur ein týsk sjónvarpsstøð boðað frá, at tey senda eitt sjónvarpslið hendan vegin fyrstu vikuna í juni, men í løtuni er óvist, hvørt tað eydnast at hýsa teimum 30 fólkunum allar dagarnar.

- Helst vilja tey á sjónvarpsliðnum búgva í Havn, men tað tykist mest sum ógjørligt. Tað er tó rúm fyri teimum á Hotel Eiði í nakrar, men seinastu dagarnar av ferðini mugu vit finna aðrar møguleikar, sigur Ingigerð á Trøðni, sum er leiðari á Kunningarstovuni í Havn.