Sjónvarpsrøðin Broen aftur á skíggjan í kvøld

Fjórða og seinasta sesong av tí sera væl umtóktu donsku-svensku sjónvarpsrøðini Broen byrjar á DR1 í kvøld.

 

Eins og í teimum undanfarnu sesongunum byrjar tann fjórða við einum grovum drápi á markinum millum Danmark og Svøríki.  Tann dripna er ein kvinna, sum var stjóri í danska útlendingastýrinum. Hildið verður, at hon møguliga er dripin í sambandi við eina gølu í einum útvísingarmáli.

 

Danski løgreglumaðurin Henrik Sabroe og svenski starvsfelagi hansara Saga Norén royna at greiða óhugnaliga drápsmálið.

 

Sjónvarpsrøðin Broen er higartil seld og víst í 188 londum. Harafturat hava Frakland og Bretland gjørt eina franska-bretska útgávu av sjónvarpsrøðini, og tað sama hava amerikanarar og meksikanarar gjørt. Eisini Russland og Estland eru ávegis við einari nýggjari innspæling, har hendingarnar fara fram á markinum millum tey bæði londini.

 

Broen hevur vunnið nógvar altjóða virðislønir. Eitt nú virðislønirnar fyri at vera tann besta evropeiska og tann besta altjóða kriminalsjónvarpsrøðin.

 

Fyrsti partur av átta pørtum verður vístur á DR1 í kvøld. Broen kann eisini stroymast á DR TV.