Fótbóltur
Ein ársroknskapur, sum sýnir eitt hall upp á nærum 2,2 mió kr. Hetta samstundis sum tað verður barslað við eini stadionætlan fyri 130 mió kr.
Tað er kanska ikki so løgið, um onkur klórar sær í nakkanum, tá Óli Holm í blaðnum í gjár staðfesti, at FSF als ikki líður nakra neyð peningaliga.
Hava góða tíð
Men forsetin sigur seg tó hava nakað at hava føgru orðini í. Fyrst og fremst, tí FSF hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at økja um inntøkurnar frá sjónvarpsrættindum.
- Fyrst og fremst, so er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit ikki blanda ímillum hugtøkini um rakstur og íløgur. Tey eru fullkomuliga hvør sítt. Serstakliga, tá vit til íløgur hava atgongd til heilt aðrar upphæddir, enn vit annars kunnu fáa til raksturin.
- Um sjónvarpsrættindini kann sigast, at hetta er ein prosess, sum hevur staðið við í fleiri ár. Vit hava kannað marknaðin og teir sáttmálar, sum eru galdandi, rættiliga væl, og vit ivast ikki í, at inntøkurnar av hesum rættindum kunnu økjast heilt munandi.
- Sum eg viðmerkti í gjár, so kundi hallið í roknskapinum fyri 2007 lættliga verið vent til eitt yvirskot. Eitt nú stóð okkum í boði at skriva undir nýggjan sáttmála, tá vit vóru í Durban á FIFA-fundi, men vit hava valt at bíða. Hóast dialogurin millum okkum og Sportfive hevur verið góður, so eru teir enn ikki heilt komnir við einum útspæli, ið vit meta sum nøktandi. Og verandi sáttmálin gongur tvey ár afturat, so vit hava góða tíð at samráðast í. Eg veit, at onnur lond hava kent seg kroyst til at skriva undir alt fyri eitt, men vit hava tryggjað okkum, at gjaldførið hjá felagsskapinum ikki verður hótt av hesum ávum,.
- Høvdu vit hinvegin valt at skriva undir í Durban, so vildi hetta givið okkum ein sonevndan signe on-fee, og so hevði talan verið um hampuligt yvirskot í roknskapinum. Men tað er als ikki víst, at hetta hevði verið besta loysnin í longdini, sigur Óli Holm.
Avgerandi fyri raksturin
Júst sjónvarpsrættindi eru annars tey, sum eru avgerandi fyri raksturin hjá FSF, sigur Óli Holm.
- Størsti parturin av inntøkunum hjá okkum kemur frá altjóða virkseminum. Men upphæddirnar frá UEFA og FIFA eru oyramerktar til landsliðsarbeiði ella til íløgur. Tí er hetta ikki nakað, ið vit uttan víðari kunnu nýta til at menna heimliga fótbóltin.
- Við sjónvarpsrættindunum er talan hinvegin um pening, ið vit púra einsamallir ráða yvir. Megna vit at økja um hesar inntøkur, so ber eisini til hjá okkum at hjálpa heimligu feløgunum í størri mun. Júst tann partin síggja vit eisini sum ein av fremstu uppgávum okkara, og tí ræður um at geva tol og bíða, soleiðis at vit fáa best møguligu loysnina, sigur Óli Holm.
Samlaðu inntøkurnar hjá FSF vóru í 2007 20,9 mió kr. Av hesum komu 4,0 mió kr. frá sjónvarpsrættindum,harav 2,2 eru grundgjald fyri fyri A-landsliðið, og 1,8 mió kr. eru eykagjald fyri Italiu-dystin og gjald fyri U21-dystir. Stuðul frá UEFA og FIFA var 10,6 mió kr.