ÓLAVUR Í BEITI
Í partinum »Meting av orsøkunum til trupulleikarnar í Sjónvarpinum í 98 og 99« stendur nágreinilig gjøgnumgongd av rakstrinum hjá SVF í frágreiðingini hjá Rasmussen&Weihe. Nevnt verðu um spølini, sum góvu SVF góðar inntøkru og tí ikki ein fastan inntøkukarm at laga útreiðslukarmarnar eftir.
? Ótryggleikin sum altíð vil vera knýttur at handilsligum inntøkum, átti at ført við sær størri varsemi í fíggjarstýringini, verður sagt í frágreiðingini. Inntøkurnar frá 1996 til 97 vuksu við ikki minni enn 45%, og tær minkaðu við 7% frá 97 til 98, og yvir alt tíðarskeiðið 1996-98 vuksu inntøkurnar við góðum 36%. Og rakstrarútreiðslurnar hjá SVF øktust frá 1996 til 97 við 25% og frá 97 til 98 við 13% ella við uml. 42% frá 1996 til 98.
? Gongdin omanfyri vísir, skriva grannskoðararnir, at tann stóri vøksturin í inntøkunum í 1997 hevði við sær ein munandi vøkstur í útreiðslunum. Hóast rakstrarútreiðslurnar ikki vuksu líka nógv sum inntøkurnar, so gjørdi SVF í 97 íløgur, sum svaraðu til munin millum inntøkurnar og rakstrarútreiðslurnar, tí var einki at standa ímóti við, um inntøkurnar fóru at minka í 1998.
Sum úlvur á skóg
Í frágreiðing síni til mentamálaráðharran, sambært frágreiðingini hjá R&W, sigur stjórin í SVF, at »ferðin varð sett heldur nógv upp tíðliga í 1998«, at »redaktionellar avgerðir vórðu tiknar, sum hava kostað nógv í mun til tað sum er komið burturúr«, at »striltið gekk at tálma nýtsluni av yvirtíðararbeiði« og at »ferðaútreiðslurnar vóru óvanliga høgar í 1998«.
Men Rasmussen&Weihe meta í síni frágreiðing, at »ferðin« helst er sett heldur nógv upp longu í 1997, og í 1998 eru útreiðslurnar eisini øktar, men lutfalsliga ikki so nógv sum í 1997. Og viðvíkjandi yvirtíðini, siga grannskoðararnir, at yvirtíðin nærum tvífaldast frá 1996 til 98, og sama tíðarskeið hækkaðu føstu lønirnar við umleið 40 prosentum, og meðan yvirtíðin sýnist at minka í 1999, so hækka føstu lønirnar eisini í 1999, og grannskoðararnir meta eisini, at lønirnar hækka í ár.
Spádómur gekk út
Viðvíkjandi gjaldføristrupulleikunum í fyrru helvt av 1999, sum stóðust av ringa úrslitinum í 1998, so vóru teir loystir við eini eykajáttan uppá 1,6 mió. kr. Og so stendur at lesa í frágreiðingini hjá Rasmussen &Weihe:
? Gjaldføris- og rakstrartrupulleikarnir í seinnu helvt av 1999 kunnu gerast so álvarlsigir - hetta er skrivað í november í fjør - at SVF má hava rakstrar-gjaldførisstuðul fyri at hóra undan til einaferð í mars ár 2000, tá sjónvarpsgjaldið verður SVF í handi.
? SVF gjørdi íløgur í 1997, sum svaraðu til munin millum inntøkurnar og rakstrarútreiðslurnar. Hóast hall áðrenn íløgur í 1998 gjørdi SVF eisini hetta árið íløgur, men tær vóru bert uml. helvtin av íløgunum í 1997. Íløgurnar í 1999 fara, sambært SVF, væntandi at liggja tætt uppat íløgunum í 1998, verður sagt í frágreiðingini hjá Rasmussen &Weihe.
Og sambært frágreiðingini eru allar íløgurnar gjørdar í verkstaðar- og studioútgerð, akfør og edv. Haraftrat eru íløgur eisini gjørdar í nýggja bygningin hjá stovninum.