Tað er líkt til, at teir somalisku sjórænararnir hava býtt teir donsku gíslarnar í tveir bólkar og flutt teir í land í Somalia í nátt. Tað skrivar norska blaðið VG, sum hevur fingið upplýsingarnar beinleiðis frá sjórænarunum.
Orsøkin, til at sjórænararnir hava býtt gíslarnar sundur, er óttin fyri, at servandir hermenn fara at royna at fría teir. Í gjár varð sagt, at gíslarnir vóru umborð á einum skipi, sum lá fyri akkeri úti fyri somaliska býnum Hafun, men í nátt vórðu teir býttir í tvey og fluttir í land í bygdini Bender Bayla, skrivar VG.
Danska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjár, at samband var við gíslarnar og sjórænararnar, og at gíslarnir høvdu tað gott eftir umstøðunum. Men tíðindini í VG benda á, at málið hevur fingið eina vend í nátt.