Sjúrður bara slær upp í glens

Eg veit ikki, um eg eisini troytti fólk við at skriva meira um stavraðið, eins og Sjúrður Skaale ber ótta fyri, at hann ger. Men eg geri tað kortini, tí eg haldi, at hansara uppskot um stavraðið kann gera stóran skaða. Tað kann skaða verandi málnorm og verandi stavsetingarreglur, og eg øtist eitt sindur við aftursvarini, hann gevur fólki, tí tey benda ikki á, at hann hevur nakra yvirskipaða tilvitan um júst sjálvan málnormin og stavsetingarreglurnar

Sum tann góði skemtari, ið Sjúrður er, legst hann í aftursvari til mín bara á orðið pitsa, sum eg nevndi sum eitt dømi í míni kronikk í Sosialinum týskvøldið. Men hann nevnir ikki setningin, sum stendur aftaná, og sum er mín grundleggjandi boðskapur, nevniliga at viljin hjá fólki at tillaga fremmandaorð til føroyska stavseting kann hvørva orsakað av hansara uppskoti, og at stavsetingin tí kann gerast eitt óskipað brongl uttan mál og mið.

Sjúrður blandar eisini allatíðina saman hetta at laga vanlig orð, staðarnøvn og fólkanøvn til verandi stavseting. Við vilja sær hann ikki, at eg viðurkenni, at júst navnaspurningurin er sera viðkvæmur og persónligur, og at eg tí haldi, at navnalistin einans skal vera vegleiðandi og viðmælandi. Men viðmælini, ið givin verða, mugu gevast eftir verandi málnormi og stavsetingarreglum, tí hvør skal málsliga kósin annars vera?

Grundleggjandi snýr uppskotið hjá Sjúrði seg um at geva upp, haldi eg. At gevast at føroyska útlendsk staðarnøvn, at gevast at royna at laga fólkanøvn til føroyska stavseting og haraftrat at fløkja alla stavseting í sambandi við fremmandaorð upp í ein ellibita. Tí nevndi eg, at veruligi boðskapurin hjá Sjúrði er, at vit skulu lata vera við at menna og skapa okkara egna mál. Kanska hann ikki hevur ætlað tað so, men avleiðingin av uppskotinum verður júst hendan. ??Sjúrður hevur nevnt, at vit skulu partú skriva Chile og ikki Kili. Hann vil varðveita og autorisera fremmanda formin. Vil hann so skriva Grækenland í staðin fyri Grikkaland eisini? Og Sweden í staðin fyri Svøríki? Hvør verður kósin? Hví munnu danskarar skriva Færøerne og ikki Føroyar, og hví skriva grønlendingar Savalimiut og ikki Føroyar? Er tað ikki tí, at teir vilja royna at nevna øll heimsins viðurskiftir á egnum máli? Og skulu vit vera tey einastu, sum ikki gera tað?

Eg skilji væl tað, Sjúrður sigur um frælsi, men eg haldi, at tað kaos, hann kann skapa við sínum uppskoti, er óforsvarligt, og eg haldi eisini, at hann á populistiskan hátt roynir at tekkjast teimum, sum altíð fordøma føroyskt sum nakað ræðuligt og trupult. Teimum, sum altíð tveita alt frá sær og bara rópa, at føroyskt er fanin, føroyskt er trupulleikin, men ikki gera sær ómak at seta seg inn í málreglurnar og læra málið. Øll onnur fólkasløg læra seg egnar málreglur, so hví ikki eisini vit?

Tøkk skalt tú annars hava fyri títt ídni, Sjúrður, og at tú hevur fingið málspurningin á breddan, tí tær 800.000 skattakrónurnar, sum vórðu brúktar til frálíka álitið Málmørk, eru illa farnar, um tú og onnur løgtingsfólk ætla at lata tað liggja í eini skuffu og savna dust. Takið støðu til allan spurningin í síni heild og latið ikki tilvildina og upplop gera av, hvussu føroyskt mál skal mennast. At summar reglur kunnu gerast einfaldari í føroyskum, hevur ongin avnoktað. Gerið tað bara skipað og umhugsað!