Sjúrður: Føroyingar høvdu mist SU

- um uppskotið hjá Dansk Folkeparti fór ígjøgnum sum tað var upprunaliga

Eftir at Søren Espersen og Dansk Folkeparti í morgun avsannaðu, at føroyingar fara at verða verri stillaði enn danir í samband við útbúgvingarstuðulin SU, sigur Sjúrður Skaale, at tað er bara at fegnast um.

 

- Eg reageraði kanska eitt sindur harligt uppá málið, men tað var við 2011 í huga, tá føroyingar mistu sosialar veitingar, júst av eini orðing, sigur Sjúrður Skaale.

 

Tað, ið Sjúrður Skaale sipar til, er at í 2011 mistu føroyingar í Danmark nakrar sosialar veiting, júst tí at eitt krav tá var, at ein hevði búð í Danmark.

 

- Juridiskt heldur tað ikki einans at siga, at tá vit skriva Danmark, so meina vit Føroyar eisini. Tað bleiv sagt, at ein skal hava uppihildið sær í Danmark í sjey ár fyri at hava fingið SU. Tí vórðu Føroyar ikki íroknaðar. Um so er, at tey hava fingið eyguni upp fyri tí nú, ongantíð betur, sigur Sjúrður Skaale