Sjúrður Ferjá farin frá sum lærari

   

Fyrstilærarin við Hvalvíkar Skúla, Sjúrður Ferjá, er farin frá sum lærari. Sjúrður, sum í dag er 62 ára gamal, er føddur og uppvaksin við Gjógv. Hann er sonur Jógvan Sofus Ferjá, f. Joensen, og Kristinu Sofíu, f. Christiansen, bæði frá Gjógv. Sjúrður er giftur við Marjun, f. Kollslíð, av Eiði. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1962. Eftir tað var hann lærari í Fuglafirði frá 1962-66. Síðan 1966 hevur hann verið lærari við Hvalvíkar Skúla. Hann hevur eisini tikið skeið í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya. Frá 1. januar 1977 til 31. desember 1984 sat hann í Hvalvíkar bygdar-ráð, tey fyrstu fýra árini sum formaður. Sjúrður hevur týtt barnabókina "Víki víkingur" eftir Runar Jonsson.