Tá varð eisini brikslað honum, at hann trekti tingmannaløn meðan hann røkti fólkatingsstarvið fyri Høgna Hoydal.
Tingmenn hava lagað sær viðurskiftini soleiðis, at teir kunnu fáa farloyvi við løn, tá teir fara í fólkatingið, har teir eisini fáa fulla løn.
Men hesum vísti Sjúrður Skaale aftur. Hann hevði fingið at vita frá løgtingsstjóranum, at hann kundi taka farloyvi við løn fyri at røkja fólkatingsstarvið. Men Sjúrður Skaale vildi ikki hava løgtingsløn og fólkatingsløn samstundis. Fólkatingslønina ber ikki til at siga frá sær, men stjórin í løgtinginum, Súsanna Danielsen, váttaði fyri Sjúrði, at hann kundi frásiga sær løgtingslønina, og tað gjørdi Sjúrður Skaale so.
Enn hevur Kári P. Højgaard ikki gjørt tað sama, hóast tað er gjørligt, eins og vit skriva tað aðrastaðni á hesum síðum.