Sjúrður Skaale er farin í baklás

Uttan mun til, hvussu Sjúrður Skaale snarar málinum, so var sonevnda “lásagølan” ein politisk ósemja og eitt pínligt og skammiligt valdsstríð millum tveir floksformenn, sum ikki kendu sær hógv

Eftir at tíðindablaðið Sosialurin farnu vikuna hevur umrøtt sonevndu “lásagøluna”, har stríðið millum Jóannes Eidesgaard, formann fyri Javnaðarflokkin, og Høgna Hoydal, formann fyri Tjóðveldi, m.a. hevði við sær, at CHE-samgongan endaliga fór í upploysn, leggur Sjúrður Skaale í blaðgrein við órøttum Føroya Løgting undir valdsmisnýtslu og ein meiriluta í Løgtingsins Landsstýrismálanevnd, og harvið undirritaða, undir at fjala sannleikan í trætumálinum um hølini í Tinganesi.

Samstundis samantvinnar Sjúrður Skaale snildisliga, men á villeiðandi hátt politik, moral og løgfrøði, uttan at gera vart við markamótið millum politik og løgfrøði. Tí hesa viðmerking.

 

Fullur opinleiki

Sum Sjúrður Skaale vísir á, hevur Løgtingsins Landsstýrismálanevnd viðgjørt trætumálið um hølisviðurskiftini í Tinganesi út í æsir, og í tí sambandi sjálvsagt fingið útflýggjað neyðug skjøl og upplýsingar í málinum, umframt frágreiðingar frá høvuðspersónunum báðum, Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard.

Ein meiriluti í Landsstýrismálanevndini, sum ansar eftir, at landsstýrismenn og løgmaður útinna sítt starv á lógligan hátt, kom til tað niðurstøðu, at illgruni ikki var um, at lógarbrot, sum verður átalað av tí almenna, var framt, og at grundarlag sostatt ikki var fyri at nýta kanska úti við 1 mió. skattakrónur og seta ein kanningarstjóra at kanna málið.

Tað stendur einum og hvørjum frítt fyri at gera seg kunnugan við nevndu skjøl, frágreiðingar og niðurstøðu á heimasíðu Føroya Løgtings, og á tann hátt gera sær sínar egnu metingar av málinum. So har er einki at fjala.

At Sjúrður Skaale hevur eina aðra áskoðan enn meirilutin í Landsstýrismálanevndini og løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Føroya Løgtingi, eins og løgfrøðingar eru ymiskir á máli, er einki løgið í.

Tað kann tó tykjast undrunarvert, at Jóannes Eidesgaard ella Høgni Hoydal, um so er, at annar ella báðir teirra kenna seg at hava verið fyri so álvarsligum lógarbroti, sum Sjúrður vil vera við, ikki fráboðaðu løgregluni lógarbrotið beinan vegin hendingarnar fóru fram.

Sjúrður fer í baklás og vísir reyv.

Umframt at Landsstýrismálanevndin kann seta kanningarstjóra, kann Føroya Løgting seta kanningarstjóra. Hettar tó treyta av, at 2/5 av løgtingslimunum taka undir við tí. Tað er tó umráðandi at gera sær púra greitt, at treytirnar fyri at seta kanningarstjóra sambart Stýrisskipanarlógini eru, at talan er um illgruna um lógarbrot. Eftir at niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini fyrilá, fór Sjálvsstýrisflokkurin undir at savna inn undirskriftir við tí endamálið at fáa Løgtingið at seta kanningarstjóra.

Eftir øllum at døma er tað ikki eydnast Sjálvsstýrisflokkinum og Sjúrða Skaale at sannføra 2/5 av tinglimunum um, at illgruni er um lógarbrot, og at avgerðin hjá Landsstýrismálanevndini var skeiv.

Heldur enn at virða fólkaræðið og ásanna, at avgerðin hjá Landsstýrismálanevndini var røtt, eins og ein stórur meiriluti av tinglimunum eftir øllum at døma ger, fer Sjúrður Skaale í baklás, vendir tingunum á høvdið og leggur Landstýrismálanevndina undir at fjala sannleikan í málinum, eins og Sjúrður vanvirðir Føroya Løgting við skuldseting um, at avgerðin hjá løgtingsmonnum um ikki at taka undir við at seta kanningarstjóra, “luktar av valdsmisnýtslu”.

Fyri at nýta málburðin hjá Sjúrða Skaale sjálvum, so vendir Sjúrður Skaale føroyska fólkaræðinum og einum stórum meiriluta av føroysku veljarunum reyv, tá fólkaræðiligu avgerðirnir ikki eru honum til vildar.

Føroya fólk er dómari í málinum um lásagøluna.

Sjúrður Skaale skal hava púra rætt í tí, at lásagølan gjørdi Føroyum fyri skommum í grannalondunum, eins og lásagølan skaddi umdømið hjá – og virðingina fyri føroysku politisku skipanini millum føroyingar. Í einum fólkaræði sum okkara er tað soleiðis, at politikarar og løgtingslimir standa til svars fyri sínum politisku gerðum yvir fyri veljarunum. Í hesum máli verður tað tí tann føroyski veljarin, sum kemur at gera av, hvør – ella hvørjir tað vóru, sum gjørdu føroyingum fyri skommum í lásamálinum.