Sjúrður Skaale: Mikkjal Helmsdal má steðgast

Mikkjal Helmsdal vil misnýta sín almenna stjórasess til at máa støðið undan tjóðskaparligum og politiskum strevi. Maðurin má steðgast

Tað ræður um at fáa føroyingar at lesa danskar avísir og vikubløð.
Hetta var eitt av tilmælunum frá ráðgeva forsætisráðharrans, Niels Arup, tá hann eftir kríggið gav donsku stjórnini ráð um, hvussu Danmark kundi varðveita fullveldið yvir Føroyum. Tí Arup visti, at eydnaðist tað at gera føroyingar bundnar at danskari andaligari føði, var lítið hugsandi, at teir fóru at vilja skapa sín egna poilitiska samleika. Og tí fóru teir at góðtaka, at tað ikki var Føroya fólk, men danski staturin, sum hevði fullveldi yvir Føroyum.
Fyribrigdið er væl kent. Tað kallast mentanarimperialisma. Tað byggir á tann veruleika, at mentanarligur samleiki og politiskur samleiki hanga saman. Tá tann mentanarligi samleikin hjá einum fólki kámast, kámast eisini tann politiski samleikin. Tí er ein sterkur mentanarligur samleiki fortreytin fyri, at eitt fólk strembar móti at fáa fult vald í egnum landi.
Soleiðis er eisini í Føroyum. Kravið um føroyskt tjóðarfrælsi byggir á ta grundleggjandi fatan, at vit eru ein serstøk tjóð við okkara egna mentanarliga samleika. Mentanarlig og politisk stremban ganga hond í hond.
Hóast vit í dag hava eina sambandssamgongu, sum hvørki tykist hava mið ella mál, so er veruleikin, at Føroya fólk trý løgtingsval á rað hevur givið fullveldisflokkunum meirilutan. Tað er at vera errin av. Men tað hevði verið óhugsandi, var tann mentanarliga og málsliga kjølfestan ikki so góð.
Men tað er ikki av tilvild, at vit hava fótað okkum sum tjóð. Føroyingar hava stríðst fyri at varðveita og menna sín egna samleika. Hevði líkasælan valdað, høvdu vit langt síðani havt mist okkara mál.
Í dag er mentanarliga ávirkanin sterkari enn nakrantíð. Og so mikið størri er uppgávan. Skal okkara arvur og samleiki ikki kámast og hvørva, er neyðugt at verja hann. Ikki við at steingja nakað úti, men við at styrkja okkara egna.

Lego-sjónvarpið
Tað burturav týdningarmesta, tá um mál, mentan og tjóðskaparligan samleika ræður í dag, er sjónvarp. Sjónvarp hevur nógvar ferðir størri týdning enn t.d. fólkaskúlin. Um allan heim savnast fólk um sjónvarpið í fleiri tímar um dagin.
Tað hevur við sær, at smá mentanarøki, sum vilja verja sín samleika, dubba síni sjónvarp til tess at tryggja, at fólk fáa so nógv sum gjørligt av tíðindum, upplýsing og undirhaldi á egnum máli og við støði í egnum veruleika, egnum virðum og egnari mentan.
Jú minni ein tjóð er, jú størri er vandin fyri, at hennara tjóðskaparligi samleiki hvørvur. Men jú minni ein tjóð er, jú minni orku hevur hon eisini at nýta til at seta egið tilfar í sjónvarpsskíggjan.
Tað er hesari felluni, Føroyar standa í. Vit eru fá og viðbrekin og hava stóran tørv á føroyskum ella føroyskaðum sjónvarpi. Men orkan er lítil.
Politiska valdið í Føroyum hevur ongantíð skilt, hvussu týdningarmikið sjónvarp er. Tað er Lego-konstruktiónin av bygninginum í Vørðsluni besta dømi um. Eingin vilji var at játta pengar til eina heildarloysn, og tí hevur SvF høli, sum bæði eru nógv dýrari og nógv verri, enn tey kundu verið.
Tá tað snýr seg um innihaldið í SvF, hevur heldur ikki verið nøkur politisk visión.
Alt hetta vita vit. Og tað er syndarligt.
Men at politikararnir ikki vilja játta pengar, gevur ikki Mikkjali Helmsdal rætt til at gera okkara almenna sjónvarp til ein satelitt hjá Danmarks Radio. Ger hann álvara av hesum, er hann púra óegnaður at vera skipari á fremsta mentanarstovni í landinum.

Føroyingar eru danir
Verður ætlanin ? ella hóttanin ? hjá Mikkjali sett í verk, verður føroyskt tjóðskaparstrev fyri øgiligum afturstigi.
Okkara almenna sjónvarp fer einki spurnartekin at seta við tað, sum verður sent. Tað fer ikki at seta nakað fingramerki á tað. Tað einasta vit yvirhøvur fara at vita um tað, sum almenna sjónvarpið fer at senda, er, at tað er danskt!
Føroyingar fara at súpa akkurát somu súpan, sum danir ? og samstundis sum danir. Uttan mun til, hvussu óviðkomandi tað er. Verkføll millum lærarar í Vejle, og trupulleikar á skúlunum í Næstved. Vit fáa undirhald og upplýsing um danska samfelagið á donskum, samstundis sum danir.
Ella samstundis sum hinir danirnir, rættari sagt. Tí fer SvF inn á ta kós, sum nú er fráboðað, so má avgerðin byggja á ta greiðu fatan, at føroyingar eru danir. Hví skuldu vit annars nýtt okkara almenna sjónvarp sum satelitt hjá tí almenna danska sjónvarpinum?
Og eitt er ið hvussu er vist: Verður hetta sett í verk, er eingin ivi um, at føroyingar fara at kenna seg støðugt meira sum danir. Tí tú ert tað, tú etur. Og tað er serliga galdandi fyri tað mentanarligu føðina. Við ætlanini hjá Mikkjali verða føroyingar, so segði onkur, danir innaní.
Tað skilst, at tveir-tríggir tímar við føroyskum tilfari skulu vera um dagin. Tað er júst sum hjá øðrum dønum. Teir fáa eisini, umframt landstilfarið, eina sending við lokalum tilfari á TV2 hvønn dag. Nú fara ? eins og tey gera í Rønne og í Stubbekøbing ? teir ?danskere, der er hjemmehørende på Færøerne?, at fáa sína sending við lokalum tilfari hvønn dag.
Myndin hjá SvF verður, at føroyingar eru ein samrunnin partur av donsku tjóðini, sum kortini líkist nakað frá orsakað av geografisku frástøðuni, og tí tað lokala málið er øðrvísi. Føroyingar eru danir við frábrigdum.

Arup í 3. potensi
Í Grønlandi hava tey valt ta loysnina, sum Mikkjal Helmsdal tosar um. Andaliga føðin hjá grønlendingum ? bæði úr út- og sjónvarpi ? er í stóran mun danskt undirhald og donsk upplýsing um lokal donsk mál. Teirra andaliga føði hevur ikki støði í teirra egna veruleika, men veruleikanum í einum landi, sum liggur 4.000 kilometrar burturi.
Í dag er tað meira enn nakað annað sjónvarp, sum bindir tjóðir saman. Og tá ein grønlendingur hyggur í sjónvarp, er hann í júst somu støðu sum ein dani. Ein grønlendingur verður soleiðis gjøgnum sjóvarpið bundin at donsku tjóðini.
Hetta hevur við sær, at tað er ósamsvar millum tað lívið, ein grønlendingur livir, og ta andaligu føðina, hann tekur til sín. Hann er dani inni, men grønlendingur úti. Og tað verður ikki samsvar fyrr enn tann dag, hann flytir til Danmarkar.
Okkara almenna sjónvarp sendir eisini alt ov lítið av føroyskum tilfari. Og alt ov nógv av donskum. Í staðin fyri at víðka okkara sjónarring, styrkir SvF heimføðisásin Føroyar-Danmark. Men støðan er frægari enn í Grønlandi. Donsku sendingarnar í SvF eru hóast alt útvaldar. SvF gevur ikki tí, sum hyggur, kensluna av, at hann hoyrir til donsku tjóðina. Men tað fer føroyska sjónvarpið at gera, um Mikkjal Helmsdal fær sín vilja. Og tað hevur ikki bara týdning fyri okkara mál, mentan og samleika. Tað hevur sanniliga eisini politiskan týdning. Tað er ikki av tilvild, at Sjónvarpsstjórin síðstu vikurnar er vorðin hetja millum die-hard sambandsmenn. Tað verður jú ætlanin hjá Niels Arup, sum verður sett í verk ? í 3. potensi.

Einki sjónvarpsgjald
Hvønn týdning fer tað at fáa, at okkara almenna sjónvarp gerst ein satelittur hjá DR? Well, vit kunnu bara ímynda okkum hvønn týdning tað hevði havt, um útvarpið ? soleiðis sum nøkur ynsktu ? hevði verið ein satelittur hjá DR øll hesi árini.
Tíbetur hevur útvarpið havt leiðarar, sum hava skilt, hvussu týdningarmikil teirra uppgáva hevur verið fyri føroyska tjóðarbygging.
Mikkjal Helmsdal má fáast at skilja, at hansara uppgáva er enn størri.
Hann sigur, at SvF fær ov lítið av pengum. Tað er helst rætt.
Kanska vil Mikkjal við síni hóttan provokera politikarar og almenning, og tvinga málið um pengar til sjónvarpið á dagsskrá. Men so kundi hann gjørt tað á annan hátt. Hann kundi t.d. í eina tíð sløkt sendaran, tá hann einki føroyskt tilfar hevur at koyra á skíggjan. Tá høvdu øll sæð, hvussu nógv fæst fyri pengarnar. Ella rættari: hvussu nógv fæst fyri pengarnar við verandi skipan, leiðslu og manning í SvF.
Men Mikkjal hevur ongan rætt til, í berari provokatión, at misnýta tann almenna stovn, hann hevur fingið leiðsluna av, til beinleiðis at máa støði undan tí tjóðskaparliga og politiska strevi, sum er og verður gjørt her á landi.
Ger hann tað kortini ? og verður hann ikki steðgaður politiskt ? er púra upplagt, at ósamdir hyggjarar provokera afturímóti, og nokta at gjalda sjónvarpsgjald. Eg vænti, at teir verða nógvir í tali.