Sjúrður Skaale sum surrealistiskt sannleiksvitni

 Kann tað passa, at Høgni Hoydal veru­liga ikki visti, at Skaale Skaale tók sam­ráð­ing­ar­nar við Frank Jen­sen, tá­verandi løg­mála­ráð­harra Danmarkar, upp á band? Spyr Virgar T. Dalsgaard, sum hevur ringt til Frank Jensen at fáa greiði hesum. Frank Jensen sigur, at hann gjørdi Høgna Hoydal greitt, at hetta var grovt brot á etisku reglurnar fyri slíkar samráðingar

Í sambandi við, at fyrrverandi danski justitsministarin. Frank Jensen, stutt fyri nýggj­ár í eini samrøðu í Sosial­inum avdúkaði, hvussu langt úti Høgnamenn vóru undir sonevndu sam­ráð­ing­unum á sinni, er okkara fasti tíðindabronglari, harra Sjúrður Skaale farin í bløðini og pástendur skammleyst, at Frank Jensen lýgur!
Substansurin í málinum er tann, at justitsministarin og hansara menn á sjálvum fundinum varnaðust, at Høgnamenn høvdu ein band­upptakara í gongd, uttan loyvi ella nakra forhondsavtalu. Hetta var so álvarsamt loyali­tetsbrot, at FJ sleit fundin beinanvegin og tók Høgna Hoydal undir fýra eygum, har hann gav honum eina álvarsama moralska og jurid­iska belæring. Fundurin varð síðani uppafturtikin, uttan bandupptakara.
Hóast hetta, bedýrar nú okkara raski søgubronglari, harra SS, at bandupptakarin stóð frammi alla tíðina, so­leiðis at øll sóu hann. Her er breið søgulig gjógv millum veru­leikan hjá Franki Jensen og virtuella veruleikan hjá Sjúrði Skaale.
Tessvegna ringdi eg í dag, mikudag tann 4. januar 2006 til harra Frank Jensen, sum enn einaferð ógvuliga bastant váttaði, at Sjúrður Skaale als ikki er eftirfarandi!
Telefoniska versiónin hjá FJ er so álvarsom, at um SS ikki bakkar og alment etur orð síni í seg aftur, verður hann alt fyri eitt noyddur at stevna Franki Jensen fyri æru­meiðing!
At kalla orðaraðið var tele­foniska frásøgnin hjá Franki Jensen nevniliga henda:
Mens vi var i gang med forhandlingerne, der over­vejende var orienterende og fortrolige  vi havde jo slet ingen besluttende kom­pe­tence  opdagede en af justitsministeriets embeds­mænd en ejendommelig ved­varende lyd, der kunne tyde på en båndoptagelse af vores tvangfrie drøftelser. Han orienterede mig øjeblikkeligt om sin mistanke. Jeg afbrød midlertidigt forhandlingerne og spurgte omgående hr. Høgni Hoydal, om vores sam­taler blev båndet.
Ikke med mit vidende! svarede Hoydal.
Derefter spurgte vi en af hans nærmeste med­arbej­dere, hr. Skaale, og han måtte da modstræbende ind­rømme, at der var en bånd­optager i gang.
Efter denne indrømmelse blev forhandlingerne fuld­stændigt af­brudt, og jeg for­­langte en alvor­lig sam­­tale på to­mands­hånd med Høgni Hoy­dal. Jeg fore­holdt ham under denne sam­­tale, hvilke alvorlige etiske regler, der gjaldt for slige drøftelser og lod ham vide, at der ikke kunne blive tale om en fortsættelse af for­handlingerne, med mindre han personligt garanterede mig, at alle båndoptagelser ville blive tilintetgjort. Dette lovede han, men et godt stykke tid efter havde en af vore folk spurgt S. Skaale, om han havde fået ødelagt de famøse bånd, men det benægtede han stadig på det tidspunkt med den be­grundelse, at han endnu ikke havde fået skrevet dem ud!

Søguligar avleiðingar
Annars má tað fella flestum fólki lætt at vita, hvørjum tey heldur skulu trúgva  Franki ella Sjúrði! Frank hevur gott orð á sær, meðan Sjúrður fleiri ferðir er tikin sum, mjúkt sagt, rættiliga virtuellur realistur
Fyri komandi søgumenn er her ørgrynni av tilfari at kanna. Eitt nú, um Hoydal er so dølskur, at hann veruliga ikki visti, hvat Skaale fongl­aðist við...? Hví helt HH ikki sítt lyfti, og syrgdi fyri, at SS strikaði tað kontroversiella band-tilfarð?
SS sigur, at øll, altso eisini Hoydal vistu av band­upptakaranum! HH segði seg einki vita! Og mundi Skaale vera tann einasti í tí føroyska liðinum, sum ikki hevði reint mjøl í posanum? Ella var tað ein heil junta av húskøllum hjá Høgna, - og ikki bara ein bandittur, sum fuskaði sum amatør-agentur í einum bíligum James Bond-filmi  ein kyniskur bandi, sum nú er fúsur til at ofra Skaale sum tann naiva idiotin? Og hví skuldi Skaale fyrst skriva nakað út, aðrenn hann beindi fyri bondunum?
Er SS einasti seki í hesum ódamliga máli, hevur Hoydal ikki havt nógv tamarhald á sín­um starvsfólki. Visti hann harafturímóti, hvat ið Sjúrð­ur fuskaði við und­ir borð­in­um, hevur HH, sum sjálvur sat sum minist­­ari fyri rættarmálum, brot­ið alla siðvenju sum parla­mentar­ikari og kann ikki eiga moralskan rætt til at velj­ast aftur til nakað ting ella ráð, hvørki í Føroyum ella her á landi. Tað hevði tí klætt manninum at sagt frá sær bæði løgtings- og fólka­tingssessin. Vit kunnu ikki hava illoyalar orðloysingar sitandi í lóggávutingum!!
Hesir ússaligu korruptu ama­tørar eru ikki bein­leið­is at sammeta við blikk­smiðju­bandan í Watergate-málinum  tað hava teir for lítið format til  teir kunnu heldur ikki tekniskt metast við subtilar stór-njósnarar hjá KGB, ei heldur eru teir á niveau við kommunistiska Stasi-bandan, men kortini eru teir andiliga nærskyldir við brotsmenninar og eru líka so kemiskt fríir fyri moral, skammarkenslu og anstendigheit!
Tað tragikomiska í hesi ódelikatu episodu er, at teir ófólkaligu limirnir í hesum amatørbanda billa sær inn, at teir eru ovursmartir. Teir eru for óbegávaðir til at síggja, hvussu láturligir teir eru. Men tað hevur eydnast teimum at gera øllum føroy­ingum fyri skommum. Mill­um útlendskar embætis­menn frættist skjótt, tá ið sam­ráðingarmenn ikki hava nakran diplomatiskan kultur, og harumframt bæði eru perfidir, luskutir og illoyalir. Tí áttu hesir infantilu skølingar, sum álv­ars­liga kompromittera Føroyar, at verið permanent útihýstir úr bæði politikki og embætisliði! Eingin kann líta á teir! Men falski og ómansligi atburður teirra er enn eitt signal um, hvat slag av politistati, vit kundu vænta okkum, um tjóð­veldismenn yvirtóku politi­valdið!