Sjúrður var ein ivandi sál

- Tað var ikki so løgið, at eisini Sjúrður Skaale fór upp í fullveldiskórið, áðrenn hann fann sær støði í politikki

 

 

 

- Tað er púra natúrligt, at ein bók, sum hendan, kemur.

 

Tað heldur jóannes Eidesgaard, sum var í fremstu røð í føroyskum politikki í eitt mannaminni. Og bókina, hann sipar til, er bókin, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú gevur út um samráðingarnar ímillum Føroya og Danmark um fullveldi um aldarskifti.

 

Tá sat Jóannes Eidesgaard í andstøðu við Javnaðarflokkinum, men í 1998 varð hann valdur á fólkating.

 

Og tað sigur ikki so lítið um, hvussu spent støðan ímillum Føroyar og Danmark var um tað mundi, at Jóannes Eidesgaard gjørdi ikki sum føroyskir fólkatingsmenn fyri Javnaðarflokkin plagdi at gera. Hann meldaði seg nevniliga ikki upp í danska sosialdemokratiska flokkin, men helt seg uttanfloks.

 

Hetta var eitt ógvuliga sermerkt tíðarskeið í føroyskum politikki, so tað er ikki so løgið, at ein bók verður skrivað um tað, akkurát sum at bøkur eru skrivaðar um onnur sermerkt tíðarskeið í Føroyum.

 

Sjálvur var Sjúrður Skaale embætismaður hjá landsstýrinum hesi árini og var sostatt í fremstu røð í samráðingunum.

 

- Hann er ein serliga góður eygleiðari og undirhaldandi frásøgumaður, so tað verður sera spennandi at lesa bókina, heldur Jóannes Eidesgaard.

 

Hann heldur, at tað er væl trúligt, ein ein niðurstøða í bókini er, at Tjóðveldi varð ov lítið semjusøkjandi, tí tað kann vera ein forkláring uppa á, hví Sjúrður Skaale skifti flokk. Tað kann eisini vera, at hann roynir at vísa á eina umbering fyri at skifta flokk, tað er ikki til at vita.

 

Men Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at er høvundurin ov hvassorðaður, kann hann kanska vænta eina mótreaktión.

 

Men í bókini avdúkar Sjúrður Skaale eisini, at hann reið á tveimum rossum, tí samstundis sum at hann var spunasmiður fyri Javnaðarflokkin uppundir løgtingsvalið í 1998, skrivaði hann eisini politiskar greinar fyri Tjóðveldi.

 

- Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ikki so løgið, at eisini Sjúrður Skaale lat seg tøla av rúsandi fullveldismálinum, tí tað vóru tað eisini so nógvir aðrir føroyingar, sum gjørdu.

 

- Hvør hevði fingið túsundtals føroyingar upp á Slættaratind á fólkafund í dag, spyr fyrrverandi løgmaður.

 

Tað var ein heilt serlig tíð, og Sjúrður Skaale var helst ein ivandi sál, til hann at enda fann sína støðu í politikki, heldur hann.

 

Men hann ásannar samstundis, at nettupp politiskur trúskapur var eitt murubrek hjá honum tá.

 

- Ella kanska var hann bara professionellur spunasmiðjur, heldur Jóannes Eidesgaard.