Sjøtul settur á grækarismessu

Síðsta umfarið í bólkaspælinum verður spælt páskaaftan

Um tríggjar vikur verður farið undir fótbóltskappingarnar í ár 2000. Á ársaðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum verður í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í dag, verður lutur kastaður í kappingini um løgmanssteypið.

Fyrsti kappingardagurin verður sunnudagin 12. mars, sum er grækarismessa. Tá verða fýra dystir. Á heimavølli fara at spæla ÍF, LÍF, TB og Royn, og í lutakastið verður gjørt av, hvørji liði hesi skulu hava vitjan av. Møguleikarnir eru EB/Streymur, Skáli, AB og Fram.

Sunnudagin 19. mars spæla teir fýra vinnararnir um tvey pláss, og so verður farið undir bólkaumfarið. Talan verður um tríggjar bólkar við fýra liðum í hvørjum. Talan verður um tey tíggju liðini í 1. deild og so tey bæði liðini, sum vinna 19. mars.

Fyrstu dystirnir í bólkaumfarinum verða spældir sunnudagin 26. mars, og síðstu dystirnir verða spældir leygardagin 22. apríl, sum er páskaaftan. Tað vil við øðrum orðum siga, at øll 1. deildarliðini skulu spæla í steypakappingini páskaaftan og so í fyrsta umfarinum í landskappingini 2. páskadag, sum er 24. apríl.