Sjóvarhiti og fiskasløg broytast

Norski Havgranskingarstovnurin sigur, at sjóvarhitin í Barentshavinum økist nógv, samstundis sum ísurin tiðnar og broytist samsvarandi økta hitanum í sjónum.

Norðmenn eru eisini vorðnir varugir við alt fleiri og fleiri fiskasløg, sum plagdu at vera óvanlig á norðraru hálvu.

Herfyri bar norskt blað tíðindini um, at tveir útróðrarmenn soleiðis høvdu fingið 1400 pund av haváborrum í einum nótakasti.