Orsøkin til at eg seti meg niður at skriva hetta lesarabrævið er tann, at tað, eftir mínum tykki, eru rættuliga stórir manglar í okkara sjóvinnupolitikki. Hóast tað er blivið nógv snakkað um hetta seinastu árini, er einki hent.
Áðrenn næstsíðsta løgtingsval var tað serliga eitt fólkafloksvalevni úr Vágum, sum skrivaði um, at nú skuldi nakað henda á hesum økinum, um Fólkaflokkurin kom til valdið aftur. Tað gjørdi Fólkaflokkurin, men tíverri hendi einki á hesum økinum alt síðsta valskeið.
Í valstríðnum, sum júst hevur verið, var tað serliga Johan Dahl, sum tosaði um teir stóru møguleikar, vit hava á hesum øki, og nú hann er formaður í vinnunevndini, er at vóna, at samgongan, saman við báðum teimum stóru andstøðuflokkunum, fer at arbeiða saman um at loysa hetta stórmál í nærmastu framtíð.
Nú vit kunnu fegnast um, at tað eru menn frá tí privata vinnulívinum, sum hava tikið stig til at skipa fyri ráðstevnuni Shipping Føroyar, og mín vón skal vera, at henda ráðstevna, vil birta uppundir hetta kjak av nýggjum. Tí tað eru alvorligir vansar í FAS skipanini, og hon er als ikki kappingarfør við tær skipanir, sum grannalondini hjá okkum hava, har umleið 1000 føroyskir sjómenn sigla.
Hvat fáa vit so, sum nú er, frá hesum stóra skara av sjómonnum, sum sigla undir fremmandum flaggi? Jú, hesir menn koma heim við einari góðari hýru, har teir forsyrgja familjum teirra, og pengurin, teir tjena, kemur inn í tað føroyska samfelagið, so landið fær ein góðan part inn í MVG og øðrum avgjøldum.
Men so er spurningurin: Kann landið fáa meiri inn? Jú sjálvandi kunnu vit tað! Hesir menn forvinna nógvan pening, og alt gott um tað. Men teir høvdu ikki funnið upp á at komið at siglt undir FAS, um skipanin ikki var lík t. d DIS, tí undir DIS fáa vit eina netto løn, tvs. at vit gjalda 0 kr í skatt til landskassan. Men tað eru ikki sjómenninir, sum blíva stuðlaðir. Nei, tað eru tey útlandsku reiðaríðini, sum fáa - vil eg pástanda - beinleiðis stuðul frá tí føroyska landskassanum, tí tey sleppa frá at gjalda fulla hýru, orsaka av at tey ikki gjalda tað í løn, sum annars hevði farið til skatt.
Útfrá hesum kunnu vit skjótt rokna út, at tað ikki eru smápengar, sum útlendsk reiðaríðir fáa í stuðli frá Føroyum. So er spurningurin, um vit skulu finna okkum í hesum? Sjálvandi hevur henda skipan tænt landinum væl, tí hesir pengar eru komnir uttani frá. Um man broytir skipanina og fer at seta sum krav, at teir skulu gjalda skatt, so flyta teir av landinum, ella so siga teir upp og fara at taka arbeiði frá fólki, sum arbeiða her á landi. So tað er ikki ein loysn, sum førir nakað gott við sær.
Hvat er so alternativið? Her er mín heilt greiða meining, at vit skulu geva føroyskum reiðarum somu møguleikar, sum útlendsku reiðarnir hava til at rekutera fólk í Føroyum. Taka vit eitt dømi, so kann Mærsk Supply Service gjalda 25.000 krónur netto til ein føroying, sum siglir sum 1. stýrimaður, meðan t. d Thor í Hósvík skal gjalda honum minst 40.000 um mánaðin fyri at stýrimaðurin skal hava 25.000 krónur eftir um mánaðin.
Hetta hevur við sær, at tann føroyski reiðarin als ikki kann geva manningini kappingarføra løn, sjálvandi viðførir tað so, at tann væl kvalifiseraði stýrimaðurin í Føroyum bert fer til eitt føroyskt reiðarí, um hann ikki fær nakað annað, við øðrum orðum, so verður tað føroyska reiðaríið síðsta val. Tí fólk fara, har løn og treytir annars eru best.
Tá vit taka samanum, so hevur tann føroyska sjóvinnan ein sera stóran trupulleika, sum er, at hon ikki klárar at rekutera føroyskar sjómenn. Her tosa vit um eitt tilfeingi, sum reiðarar í grannalondunum liggja flatir í luftini fyri at fáa fatur í. Tað er sjálvandi gott fyri Føroyar, men stór skomm, at tann føroyski reiðarin ikki hevur møguleika at gera sær dælt av tí tilfeingi, sum er her á landi. Og eg veit, at nógvir av okkum heldur enn gjarna vilja sigla við einum skipi við Merkinum á hekkuni og við skipum, har størsti partur manningini er føroysk.
Hvussu ber tað til, at vit, burtursæð frá Thor, slett ikki eru virknir innan shippingvinnuna?
Her hugsi eg um, at vit í Føroyum hava megnað at stovna oljufeløg, sum hava milliardavirði. Tí skuldi man eisini trúð at tað skuldi verðið tað minsta problemið at stovna t. d eitt offshorereiðarí, sum kann blíva stoltleikin hjá okkum føroyingum innan reiðarívirksemi. Her kunnu vit føroyingar vísa, at vit eisini eru førir at kappast við teir fremstu, við teimum mest framkomnu skipunum og við føroyskari manning, sum nú prógvar sítt virði í einari altjóðavinnu, sum setur tey hægstu krøvini, sum hugsast kunnu.
Mín áheitan er tí til tað nýggja løgtingið, bæði samgongu og andstøðu. Farið til verka og loysið henda stóra trupulleika! Soleiðis at vit um 10 ár kunnu siga, at vit hava ein stóran flota av skipum, sum er skrásettur í eini nýggjari FAS skipan, sum er kappingarfør mótvegis eitt nú DIS og NIS. Soleiðis at peningurin kemur føroyska reiðaranum og samfelagnum annars til góðar, og vit ikki bert sigla pening heim til okkara útlendsku reiðarar.
Mín meting er tann, at um karmarnir til vinnuna blíva góðir, so er einki at ivast í, at kapitalur fer at streyma til hesa hesa vinnu, soleiðis, at vit kunnu fáa eitt bein meiri at standa á, og ikki bert hugsa um fiskivinnuna.
Vit kunnu ikki blíva við at blaka milliónir í eina fiskivinnu, sum fær størri og størri trupulleikar, nú toskastovnurin er rættiliga illa fyri, flakavirkini geva hall ár eftir ár, og fiskiloyvi blíva seld fyri 100 tals milliónir hvørt ár. Og hervið blívur fiskivinnan drenað fyri kapital.
Sjálvur vænti eg, at um bæði almennir og privatir grunnar, saman við privat persónum, sum hava tann neyðuga kapitalin, vilja taka initiativ til at fara í gongd við at stovna feløg innan eitt nú offshore vinnuna, so kann hetta blíva ein munandi inntøkukelda til Føroya land.
Tað er gleðiligt at síggja at Supply Service í Lorvík hevur tikið hetta stig, at byggja nýggj modernaði supplyskip. So er bert at vóna, at henda roynd fer at eydnast, og at hesi skip blíva skrásett í Føroyum, men klárt er tað, at við núverandi FAS skipan, blívur tað alt for dýrt hjá teimum at tiltrekkja føroyingar, sum sigla við donskum og norskum reiðaríum.
Til seinast vil eg ynskja fyrireikarum og lutakarum eina góða shippingrástevnu. Sjálvur kann eg tíverri ikki luttaka, av tí eg verði í Norðsjónum tá.