Sjagaklettur mist fiskiloyvið

Hvalbiartrolarin Sjagaklettur hevur mist fiskiloyvið í eina viku, tí skipið hevði ov stóra íblanding av ungfiski uttan at hava boðað frá

Tnstrolarin Sjagaklettur úr Hvalba hevur mist fiskiloyvið í eina viku, eftir at Fiskiveiðieftirlitið staðfesti, at trolarin hevði fingið ov nógvan ungfisk uttan at boða frá tí.

Tað skrivar Dimmalætting.

Fólk frá Fiskiveiðieftirlitinum fóru umborð á trolaran mánadagin at gera kanningar, sum vanligt er, men hesa ferð var ov nógvur ungfiskur uppií.

- Hann hevði ikki fráboðað, at hann hevði ov stóra íblanding av ungfiski, sigur Martin Kruse, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum, við blaðið.