Sjáldsama harðligt í Løgtinginum

Annika Olsen og Javnaðarflokkurin í hvøssum orðadrátti um pensjónir


Næsta ár eru ongir pengar settir av til at hækka pensjónirnar.

Tað ásannaði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í løgtinginum í gjár.

 

Hon segði, at hon mátti bara staðfesta, at sum støðan er nú, er ikki peningur á fíggjarlógini fyri næsta ár til at hækka viðbótina hjá pensjónistum.

- Tá hevði verið nógv stuttligari at siti í andstøðu og kunna lagt uppskot fyri løgtingið um líkt og ólíkt.

- Men innanfyri teir karmar eg, havi, eru ikki ráð til at hækka pensjónirnar.

 

Eitt, Annika Olsen sipar til, er, at andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka viðbótina hjá pensjónstum, sum lítla ella onga aðra inntøku hevur.

Tað fer at kosta landskassanum 17-18 milliónir um árið.

Og Annika Olsen saknaði, at andstøðan eisini hevði eitt boð upp á, hvussu tað skuldi fíggjast.

 

Sjálv hevur Annika Olsen sett eina millión av til pensjónistar í serliga trongum korum.

Hon heldur, at í hesum umfari er tað eingin grund at ”drepa okkum sjálvi fyri tey, sum hava feitar, feitar pensjónir”

Og hon saknaði eitt boð frá javnaðarflokkinum um, hvussu vit skulu tryggja haldførið í búskapinum og fáa tamarhald á almennu útreiðslunum.

 

Hon staðfestir, at tað verður neyðugt at taka stig, sum hvørki eru stuttlig ella verða væl dámd, leggur hon afturat.

Hetta var rættiliga sum at festa í fjús hjá tinglimum í andstøðuni.

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, spurdi um Annika Olsen hevði stríðst fyri haldførinum hjá  búskapinum, tá ið samgongan hevði veitt skattalætta til vælbjargað, sum kostar landskassanum 300 milliónir krónur um árið.

Hann helt, at tað var flóvisligt av samgonguni at tosa um búskaparligt haldføri.

 

Sirið Stenberg vísir á, at Búskaparráðið hevur víst á, at tað er óheppið fyri haldførið í búskapinum, at pensjónirnar verða skattaðar við inngjald.

- Hetta, sum ætlanin nú er at fremja, er ikki til tey, sum hava ”feitar pensjónir”, men fyri at hjálpa teimum, sum onga aðra inntøku hava enn fólkapensjónina, sigur Sirið Stenberg.

 

Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum, heldur, at tað er ”ikki sørt nasadjarvt” av Anniku Olsen at gera andstøðuna til syndabukk fyri at einki hendir í pensjónsmálinum.

- Landsstýriskvinnan leypir á og sigur, at ” tað er andstøðan, sum ikki torir” at taka støðu til fólkapensjónina í framtíðini.

 

Men Helena Dam á Neystabø sigur, at andstøðan hevur ikki fingið eina einastu áheitan frá samgonguni um ein framtíðar pensjónsskipan.

Hon helt ikki, at Annika Olsen skuldi tosa um haldføran búskap, tí er tað nakar, sum er ákærdur fyri ikki at fremja tiltøk, sum tryggja haldførið, er tað nettupp samgongan.

- Hetta vísir, hvar hjartað hjá Anniku Olsen og fólkaflokkinum liggur, kvittaði Aksel V. Johannesen.

 

Annika Olsen heldur hinvegin, at andstøðan kundi komið við einum boðið upp á eina pensjónsskipan - eitt nú um pensjónsaldurin skal hækkast ella ikki.

- Skal eitt uppskot sum hetta standa einsamalt, er tað sera ábyrgdarleyst, heldur landsstýriskvinnan.

 

Annars er hon sannførd um, at tað var í tøkum tíma, at ein skattalætti kom, tí kom hann ikki, var so nógv fólk rýmt av landinum, at arbeiðsmegin hevði bara verið helvtin av tí, hon er í dag.

Hon viðgongur, at hon kanska er nakað provokerandi, men hon roynir at seta tað hvat upp, tí talan er um álvarsmál.