Sjáldsamur gestur í Havn í dag

Men nú eru 52 aðrir gestir væntandi í summar og í heyst

Í morgun fekk Havnin sjáldsama vitjan. Tað er ferðafólkaskipið, Hamburg, sum kom á Havnina tíðliga í morgun. Hetta er fyrsta ferðafólkaskipi, sum er í Havn í ár, og hetta er bara aðru ferð síðani korona fót at ganga tíðliga í 2020, at ferðafólkaskip er í Havn, tí tað bara eitt í fjør.

 

Andrias Vang, havnarmeistari, sigur, at Hamburg er komið úr Hetlandi og tað eru eini 400 ferðafólk við. Hetta er eitt skip, sum er vælkent í Havnini, tí tað hevur verið her fleiri ferðir.  Hamburg er 144 metrar langt. Longu nú klokkan 13 loysir tað aftur og við kós ímóti Seyðisfirði í Íslandi.

 

– Nú er tíðin við teimum nógvu ferðafólkaskipunum byrjað hendan regnváta mánadagin, sigur Havnarmeistarin. Hann sigur, at í ár hava 52 ferðafólkaskip boðað frá, at tey koma til Havnar og tað næsta kemur nú 23. mai. Tað er Sea Spirit.