Sjálvandi fer tað at kosta nakað

Fæst eingin avtala við fakfeløgini, verður tað gjørt við lóg, sigur Helgi Abrahamsen

Viðgerðin gekk, sum væntað og tað merkir at samgongan var fyri og andstøðan var ímóti. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Arbeiðsmarknaðarmálum. Í gjár viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um at geva Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undan skulu gerast frá verkfallinum á stovnum undir Almannaverkinum so at tað slepst undan, at lív og heilsa verður sett í vanda.

 

Hetta er eitt mál, sum fakfeløgini ikki vilja vita av og tey hava hótt við at seta tiltøk í verk. Í hesum sambandi hevur verið tosað um aðalverkfall, ella 24 tíma verkføll á ymsum økjum.

 

Eftir viðgerðina segði Helgi Abrahamsen við FM1, at hóast ósemjan var stór um sjálvt uppskotið, var kortini semja um eitt. Og tað er, at vit mugu finna eina skipan, har tey veikastu í samfelagnum ikki aftur verða gíslar í einum verkfalli og tí mugu vit finna eina varandi semju.

 

Hann vónar, at ein semja fæst við fakfeløgini um at finna eina fasta skipan um undantøk í einum verkfalli. Men eydnast tað ikki, endurtekur hann at hann er til reiðar at fáa Løgtingið at gera tað við lóg. Hinvegin er hann eisini fyllgreiður yvir, at skulu fakfeløg geva verkfalsrætt frá sær, fer tað at krevja eitt serligt lønarískoyti.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá støðuni eftir viðgerina í Løgtinginum í gjár.