Sjálvandi skal heita keldan í Kollafirði  gagnnýtast

Nógv vatn (uml ein milliard litrar) er runnið úr heitu kelduni í Kollafirði, síðani tað í 2014 varð borað niður  á hesa forkunnungu keldu. Nógv óvissa var um hesa orkukeldu frá byrjan av, tí spurningarnir vóru nógvir. Fór vatnið framhaldandi at renna, ella var hetta ein orkukelda, sum møguliga tømdist. Eisini varð spurningur settur við, um hitin í kelduni fór at halda sær.

 

Nú fleiri ár eru liðin, síðani keldan fór at spræna heitt vatn úr sær, kunnu vit staðfesta, at hitin enn er 27 stig og, at tað renna 15 tons um tíman úr kelduni. Ikki hissini orka. Men tíverri alt til spillis  - enn.

 

Kommunan fekk í fjør álit frá ráðgevandi fyritøkuni SMJ, hvussu hendan orkan kann gagnnýtast á besta hátt.

 

Í fyrstu atløgu verður mælt til at hita teir kommunalu bygningarnar við Sjógv. Her er talan um skúlan, svimjihøllina, ítróttarhøllina, frítíðarskúlan og læknamiðstøðina. Hetta merkir, at vatnið skal flytast gjøgnum eina 1,1 km langa rørskipan.

 

Við Sjógv verður so gjørdur lítil bygningur til hitamiðstøð. Hitamiðstøðin verður eitt lítið tøknihús, har hitapumpan, føðipumpan til hitapumpuna og pumpan, sum pumpar sentralhita út til brúkaran verður staðsett.

 

Kommunalu bygningarnir, sum skulu bindast í, brúka sum nú er upp móti teimum 100.000 litrunum av olju um árið. Við einum oljuprísi á 5 kr, so svarar ársnýtslan upp móti hálvari millión kr. í pengum.  So her eru eisini nógvir pengar at spara.

 

Harafturat kann ein komandi eldradepil í Kollafirði alt eftir, hvar hann verður staðsettur, møguliga eisini verða upphitaður við somu kelduni.

 

Nú projekt fyriliggur, sum hevur boð upp á, hvussu orkan frá heitu kelduni á besta hátt kann gagnnýtast, so er tað sjálvandi upplagt hjá kommununi at hyggja eftir hesum framúr møguleika. Sjálvandi eigur kommunan at ganga á odda við grønum orkuloysnum.

 

Vónandi stendur  sitandi býráð saman um hesa fram úr góðu verkætlan um at gagnnýta orkuna úr heitu kelduni,  sum samstundis  eisini er eitt risastig fram á á tí grønu leiðini hjá kommununi.  Eisini peningaliga verður hetta ein sera góð íløga í longdini.  Ein íløga, sum gagnar øllum.

 

Jákup Dam,

 

býráðslimur fyri Tjóðveldi