Tá Høvdavirkið í Leirvík varð kosið at vera Ársins virki í 2005, stóð á forsíðuni í Sosialinum: ”Leirvíkingar brúktu høvdið”.
Spurningurin er so, um teir, sum standa aftan fyri føroyska fiskiskipaflotan, í nóg stóran mun hava brúkt høvdið síðan henda dag.
Stjórin á Høvdavirkinum, Eirikur á Húsamørk, heldur, at nógv kundi havt verið øðrvísi hesi árini síðan.
Í samrøðu við Kringvarpið herfyri vísti hann á, at tað er skiparin sum ger av, hvat hann gevur manningini ordrar til.
- Sjálvur eigi eg ein son, sum er við einum av skipunum, ið hava fiskað tosk á Flemish Kap. Tá teir komu heim, høvdu teir 200 tons í lastini, sum annars tekur 300 tons. Teir kundu saktans havt tikið 100 tons av høvdum við sær. Sjálvt um tað bara eitur tvær krónur fyri kilo, høvdu 100 tons av høvdum givið 200.000 krónur eyka at býta.
Hann vísir á, at Høvdavirkið hevði megnað at góðskað høvdini, soleiðis at tey tá vórðu verd eina hálva miljón.
- Í samfelagsvirðum fer ein hálv miljón fyri skeyti - bara henda eina túrin. Hevði livurin so eisini verið tikin, hevði hon havt eitt útflutningsvirðið á aðrar 200.000 krónur. Her eru tískil virðir fyri 700.000 krónur, sum bara hetta eina skipið kundi havt tikið við sær til lands.
Eirikur á Húsamørk heldur, at tað líkist ongum, at virðir fyri nógvar miljónir krónur verða tveitt fyri borð hvørt einasta ár. Hann sigur eisini, at Høvdavirkið megnar at taka ímóti øllum høvdum, sum kunnu førast til lands í Føroyum.
- Jú, vit kunnu saktans taka ímóti allari hasari rávøru. Hetta hevði eisini verið við til at stabiliserað virksemið og gjørt, at vit kanska kundu tikið eini 70 fólk aftrat til arbeiðis
Hann vísir á, at um lóggivið verður, er bert ein spurningur um tíð, til brotasjógvarnir leggja seg, og tað verður vanlig mannagongd at taka alt við til lands.
- Tvær krónur fyri kilo av 20.000 tonsum gevur 40 miljónir krónur, og eg haldi, at tað burdi verið stuttligari at tikið høvdini í lastina heldur enn at koyrt tey út aftur gjøgnum lensiportrið.
Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann ætlar sær at lóggeva, soleiðis at meira kemur upp á land av høvdum og slógvi frá fiskivinnuni.
- Er hetta einasti møguleiki, so eigur tað at vera gjørt. Vit hava framleitt í 13 ár og hava útflutt fyri stívliga eina miljard krónur. Í sama tíðarskeiði hevur fiskiflotin hivað í havið virðir fyri umleið sama tal av krónum, leggur stjórin á Høvdavirkinum, Eirikur á Húsamørk, aftrat.