Sjálvandi verða tey lágløntu taparar

Aksel V. Johannesen roynir í einum lesarabrævi at vísa tí aftur, sum eg skrivaði um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um ein almennan lønarstiga.

 

Mín pástandur er, at um tú hækkar lønina hjá einum fakbólki í mun til aðrar fakbólkar, so merkir tað, at hinir fakbólkarnir verða trýstir niður í mun til tann sum fer upp. Soleiðis er veruleikin nú einaferð, og tað fær hvørki Aksel V. Johannesen ella nakar annar gjørt nakað við. Skalt tú skera eina køku í fleiri bitar, so verður samlaða nøgdin ongantíð størri enn upprunaliga køkan. Blívur eitt stykki størri, so má okkurt annað stykki blíva minni.

 

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at gera ein almennan lønarstiga, har útbúgving og ábyrgd skulu telja meira, tá lønin verður ásett. Tað kann ikki merkja annað enn, at ófaklærdir løntakarar við ongari serligari ábyrgd, skulu lutfalsliga niður í løn – kanska ikki niður í krónum og oyrum, men lutfalsliga niður samanborið við tey sum skulu upp.

 

Vit tosa ikki um sáttmálalønina, tí tað er ein samráðingarspurningur. Her tosa vit bara um, hvussu samlaði lønarposin skal býtast ímillum lønarbólkarnar – akkurát sum tá køkan verður skorin.

 

Aksel sigur, at landsstýrið kann sum arbeiðsgevari bara lyfta almenn starvsfólk upp í løn, og tí kunnu tey ófaklærdu á privata arbeiðsmarknaðinum til dømis fáa skattalætta.

 

- Jú men hvat er tá vunnið? Í viðmerkingunum til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum stendur, at ein nýggj lønartalva kann vera við til at tryggja, at størri samanhangur verður millum útbúgvingarlongd og løn. Men um eisini tey við ongari útbúgving skulu hava meira eftir, so kámar tað burtur aftur samanhangin millum útbúgvingarlongd og løn.

 

Um vit halda tað vera rætt at geva fólki við longri útbúgvingum meira í løn, so kunnu vit altíð gera tað. Men tað má so merkja, at tey við styttri ella ongar útbúgving fáa minni í lønarhækkan, og tí mugu vit velja, hvønn av hesum møguleikunum vit vilja hava. Har ber ikki til at velja báðar møguleikarnar.

 

Eg haldi at Aksel er í so smartur, tá hann skrivar, at Javnaðarflokkurin hugsar í loysnum og ikki lesarabrøvum, og so kryddar hann eisini kjakið við eitt sindur av “makrelguffi”, fyri líkasum at flyta tankarnar hjá lesarunum yvir á okkurt annað. Men tað broytir bara ikki tann veruleikan, at skal onkur lyftast lutfalsliga upp í mun til onnur, so má onkur annar lutfalsliga niður, og taparin verður tann ófaklærdi.

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin