Sjálvstýri stillar upp uttan býráðslimir í Klaksvík

Hvørgin av býráðslimunum hjá Sjálvstýri í Klaksvík verða á listanum hjá Sjálvstýri hesaferð

Og stilla teir upp, Jógvan Skorheim og Óli Matras Lassen, so verður tað helst fyri Fólkaflokkin, tí báðir eru nú limir í Fólkaflokkinum.

– Tað er greitt, at Sjálvstýri stillar upp í Klaksvík, sum søguliga er háborgin hjá Sjálvstýri, sigur Sámal Petur í Grund.

Av tí at báðir býráðslimirnir hava meldað seg úr flokkinum, so verða tað nýggj fólk, sum skulu umboða flokkin, fær hann fólk vald í býráðið  – og tað væntar formaðurin, at tey fáa.

– Her eru nógv sjálvstýrisfólk, sum eru virkin, og vit royna nú at fáa fatur á yngri fólki. Vit hava altíð havt fólk í býráðnum, hóast tað onkuntíð bara hevur verið eitt. Men seinast fingu vit tvey fólk vald, og næstseinast fýra.

Á valinum í 2016 gjørdi Jógvan Skorheim, sum tá var borgarstjóri, eitt rimmar val fyri sjálvstýri, tá hann fekk 729 persónligar atkvøður. Sjálvstýri gjørdist størsti flokkur í býráðnum, tí hann var 7 atkvøður framman fyri Fólkaflokkin. 

Hóast hann ikki vil siga tað, so bendir nógv á, at floksformaðurin sjálvur verður á listanum. Sámal Petur í Grund, sum býr í Klaksvík, stillaði upp seinast. Tá gjørdist hann nummar 6 á listanum við 29 atkvøðum. Sigast skal, at tá var Jógvan Skorheim eisini tann stóri atkvøðuslúkurin, tí hann fekk 401 atkvøðu.

Sámal Petur í Grund kláraði seg annars sera væl á løgtingsvalinum seianst. Hann fekk flestar atkvøður á listanum, 264 atkvøður, framman fyri løgtingsmann floksins, Kristin Michelsen. Sjálvstýrisflokkurin gjørdist tó ov stuttur. Honum vantaði 97 atkøvður, til at fáa ein tingsess á løgtingsalinum 8. desember í 2022.