Sjálvstýrisflokkurin hevur ein virðiligan eldrapolitikk

Í stevnuskrá floksins stendur: Sosiala forsorgin verður skipað eftir føroyskum viðurskiftum og eigur at veita tryggleika tá ið sjúka er, í ófullføri, arbeiðsloysi og í elli.

Vit síggja alt meir og meir, hvussu ein í staðin fyri at finna føroyskar loysnir, ið passa til okkara viðurskifti og okkara fólkatal, umsetir beinleiðis tann mátan danir gera tingini uppá.

Vit kunnu fara út og geva lyfti um, hvussu vit skulu skipa eitt nú eldrarøkt, um vit koma inn á ting, men veruleikin er, at vit hava nakrar fíggjarligar karmar, ið vit mugu halda okkum innanfyri, og tí mugu tær broytingar, ið skulu gerast, gerast innan fyri hesar karmar.

Nógv gomul og óhjálpin sita runt í hesum landi, og eitt, ið ein ofta hoyrir aftur og aftur, er tað einsemi hesi fólk kenna, tí í dag eru tað so fá, ið hava familjuna rundan um seg dagliga. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, t.d. eru tey flestu upptikin av arbeiði, hava sjálv heim at taka sær av, ella tey nærmastu fluttu av landinum, tá ið kreppan kom, og eru ikki vend heimaftur. Fyri hesi gomlu hevur tað nógv at siga, at tey eitt nú kunnu fáa ta hjálp teimum tørvar, men eisini, at tey kunnu hava onkran at vera saman við.

Eitt sera gott tiltak, ið er gjørt í hesum landi, eru tey sambýlir, ið eru sett á stovn. Hetta eru vanlig sethús, ið hava fingið neyðugar ábøtur, soleiðis at fleiri gomul kunnu búgva saman. Hesi fólk eru ikki sjúk, men tó hava tey ymisk aldurdómsbrek, ið gera, at tað er torført hjá teimum at vera einsamøll. Tað kennist trygt eisini hjá teimum avvarðandi, at hesi gomlu fáa eitt stað at búgva, sum líkist einum heimi og ikki einum stovni.

Tey flestu av hesum fólkum hava havt heimahjálp, áðrenn tey komu inn á sambýlið, og tá so sama heimahjálpin starvast inni á heiminum, sum tey høvdu við hús, føla tey seg beinanvegin heima. Eg havi sjálv verið og vitjað inni á øllum teimum sambýlum, ið eru innan Heimarøktina, og má eg siga, at tey eru sera væl skipað, og er hetta ein góð loysn. Hendan loysnin er bíligari enn at byggja stór og dýr røktarheim, sjálvt um Heimarøktin má útbyggjast samsvarandi.

Tá vit hugsa um Heimarøktina, so vita vit, at tað liggur eitt sera stórt trýst á hesum stovni. Sparingarnar innan sjúkrahúsverkið hava ført við sær, at eldri fólk nærum ikki verða innløgd á sjúkrahús, og annars verða fólk útskrivað nógv skjótari nú enn fyrr. Hetta er alt nakað, ið økir um trýstið. Heimarøktin kann ikki eins og eitt nú landssjúkrahúsið siga, at nú er fult, vit kunnu ikki taka fleiri fólk inn. Nei, ein hevur plikt til at taka óavmarkað inn av brúkarum. Hetta ger sjálvandi, at trýstið á hendan stovn økist alt meir og meir.

Eitt, ið eg sakni er, at tá ein her ikki kann fara inn og avmarka, hvussu nógv ein kann taka inn av brúkarum, so átti ein annar dialogur at farið í gongd millum hendan stovn og landsstýrið, tí tað trýst, ið í dag liggur á hesum stovni, er ikki nakað ein kann bjóða hvørki starvsfólkum ella brúkarum.

Landsstýrið hevur øgiliga trupult við at skilja, at teir brúkarar, ið møguliga kláraðu seg toluliga væl fyri einum ári síðani, í dag eru so vánaligir, at nú mugu tvær heimahjálpir til fyri at gera tað arbeiði, ið ein heimahjálp kláraði fyrr.


Sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin kann eg bert siga, at ein tjóð, ið ikki hevur virðing fyri teimum gomlu, serliga tá tey gerast óhjálpin, hevur ikki uppiborið at kalla seg tjóð. Tað eru tey, ið í dag hava brúk fyri hjálp orsakað av elli og aldurdómsbrekum, ið bygdu hetta land og løgdu tað grundarlag, ið vit hava havt at byggja á. Tí kann eg bert siga, at ikki hugsjónir, men teirra møði og stríð hava bygt hetta land, og tí vil eg sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin gera mítt til, at tryggja teimum eitt so gott og virðiligt lívskvøld sum gjørligt.


Ása Djurhuus,

valevni hjá

Sjálvstýrisflokkinum