NÝGGJA sjálvstýrislandsstýrið hevur nú rátt fyri borgum í skjótt tveir mánaðir og ein kann siga, at vit so spakuliga byrja at hóma konturarnar til eina mynd. Tungu dreingir tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal og Karsten Hansen, hava báðir føroyska tjóðveldið sum fremsta mál, tá Sosialurin tosar við teir. Nýggja avtalan við danir er ein týðandi fortreyt fyri tí útviklingi, sum teir helst síggja í Føroyum, nevniliga einar sjálvstøðugar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu tú røkkur tí og nær. Samgonguskjaliðsetir út í kortið karmarnar og skal landsstýrið til at fylla teir út. Eftir øllum at døma verður tað longu nú arbeitt miðvíst at leggja lunnar undir ein útvikling,ið einaferð í framtíðini skal staðfesta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land.
LANDSSTÝRISMAÐURIN í sjálvstýrismálum hevur í hyggju at leggja uppskot fyri tingið, helst longu á ólavsøku - uppskot, sum skal heimiðla landsstýrinum at taka upp samráðingar við danir um ein serstakan sáttmála millum londini. Hann vónar, at vit fáa eitt aðalorðaskifti um spurningin helst so tíðliga í tingsetuni sum gjørligt. Allur hesin spurningurin er so álvarssamur og umfatandi, at vit eiga ikki bert at fáa eitt aðalorðaskifti á tingi um málið. Fjølmiðlarnir eiga saman við teimum fólkavaldu at skapa grundarlag fyri einum breiðum almennum tjaki. Men fyri at hetta tjak skal hava nakra meining og virka uppbyggjandi, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan, sum er ein týðandi liður í demokratisku prosessini, ger heimaarbeiði sítt og aktivt luttekur í tí almenna orðaskiftinum.
HVÍ alt hetta hóvastákið kann so onkur spyrja? Hvat skal tað til, at Gud og hvør maður skal til at gera viðmerkingar ol. til komandi viðurskiftini millum Føroyar og Danmark? Jú nettup tí vit her tosa um framtíðina hjá ikki bert okkum í dag men eisini hjá komandi ættarliðum er tað so ómetaliga týdningarmikið, at komandi avgerðir verða bygdar at trygga og haldgóða grund. Vit byggja onga trygga grund á teir mest veruleikafjarðu tjóðveldisromantikararnar ella tey mest kolasvørtu sambandsfólkini. Hesi vilja altíð vera partur av spektrinum, men latið tey fylla sum minst. Tað eru tey, sum liggja millum hesar mótpolarnar, ið eiga at leggja til rættis útviklingin.Vit hava sagt tað áður og siga tað aftur. Nettup út frá umrøddu sjónarmiðum er tað so týdningarmikið at tú byggir komandi avgerðir á eitt breitt grundarlag. Tí var tað ómetaliga óheppið og botnskeivt, at ikki ein av landsins størstu flokkum, javnaðarflokkurin, kom við í samgonguna. Onkur vil vera við, at forkvinnan í sjálvstýrisflokkinum, av sínum aggi til javnaðarfólk, setti sum treyt fyri at skipa eina sjálvstýrissamgongu, at javnaðarflokkurin varð hildin uttanfyri. Vit hava ikki prógv fyri, at hetta er rætt. Men er tað so, tá rillar longu sjálvt byrjunnargrundarlagið undir teimum stóru broytingunum, sum gerast skulu á sjálvstýrisleið. Tí eru vit bangin fyri, at samgongan hevur gjørt sær og sínum máli eina bjarnatænastu við at halda javnaðrflokkin utanfyri. Okkurt bagir logikkinum, um samgongan trýr, at hon fyrst kann halda javnaðarflokkin uttanfyri ávirkan, fyri síðani at biðja um tess stuðul undan eini fólkaatkvøðu, sum loksins verður hon, ið skal tryggja ella vraka ætlaninar hjá landsstýrinum. Tá hugsað verður um at gjøgnumføra sjálvstýrispolitikkin við eina fólkaatkvøðu, so er greitt, at javnaðarflokkurin hevur ein ógvuliga sentralan leiklut. Nettup tí fer útspælið hjá flokkinum til allan sjálvstýrispolitikkin at vera so týdningarmikið fyri, hvat veruliga kemur at henda. Tað er nevniliga ikki nokk, um samgongan fær meiriluta, tí tá avtornar, skal hesin meirilutin eisini tryggjast við eina fólkaatkvøðu.
EFTIR okkara tykki ger samgongan tí sera kløkt við at taka andstøðu við uppá ráð longu nú fyrireikingarnar verða gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga og breiða viðgerð, at tú tekur andstøðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini.