Sjarma, fjas og ein rúgva av sjálvsáliti

Sangarin í Boys in a Band ið vann heiðurin sum besti sangarin

Pætur Zachariasen er oddamaður í bólkinum Boys In A Band, sum hava verið ársins tónleikanavn í Føroyum farna ári, og Pætur dugir eisini at standa á egnum beinum, tí hann vann Planet virðislønina sum ársins sangar í 2007.

Sjarma, fjas og ein rúgva av sjálvsáliti kann brúkast til nógv, men í førinum Pæturi Zachariassen goymir tað í ein ávísan mun, at hetta er ein sera góður sangari.

Boys In A Band oddamaðurin er egin og stuttligur, og kanska mest týdningarmikili brikkurin í putlispælinum, ið ger Boys In A Band til ein av Føroya bestu bólkum nakrantið, og sambært GBOB besta nýggja bólk í heiminum. Pætursa orkufulli sangur gevur ljóðmyndini hjá Boys In A Band nakað heilt serligt. Hann hevur eitt sera sterkt útrykk, og vinnur nógv hjørtu, tá hann letur munnin upp.