Theodor E. D. Olsen
Fótbóltur
Eftir HM-finaluna í gjárkvøldið var franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, skjótur at siga, at hetta var fyrstu ferð at videomyndir vórðu brúktar eftir eina útvísing. Hann sipaði sjálvandi til tilburðin, tá Zinedine Zidane fekk reyða kortið eftir at hava stútað ein italiumann í bringuna.
Altjóða fótbóltssambandið FIFA hava tó almannakunngjørt, at videomyndir ikki vóru orsøk til avgerðina at vísa Zidane av vøllinum. FIFA upplýsir, at 4. dómarin, sum situr uttan fyri vøllin, sá hendingina og boðaði høvuðsdómaranum frá hesum.
Júst hendan keðiliga hendingin í finaluni kundi sett gongd aftur á kjakið, um videoeftirlit skal avgera í framtíðini, um fríspark, brotsspark ella eitt reytt kort skal gevast.
Petur Reinert er fótbóltsdóamri í Føroyum, og hann er sannførdur um, at øll sjarman hevði horvið úr fótbóltsspælinum, um videoeftirlit skuldi avgjørt staklutirnar. Hann nevnir hendingar sum tá Maradona skoraði við hondini í 1986 og finaluna í 1966, har fólk enn kjakast um, bólturin rakk inn um málstrikuna.
Petur Reinert heldur, at hóast dómararnir sjálvandi skulu vera nærlagdir og gera sítt allarbesta, so skal pláss vera fyri menniskjaligum mistøkum, tí annars verður als ikki neyðugt at hava dómarar yvirhøvur, tí so kundi kundu vit ístaðin bara havt fólk, sum duga fótbóltslógirnar og mett út frá myndunum á skíggjanum, og tað heldur Petur Reinert ikki at vera nakra gongda leið.
Hinvegin heldur hann at videomyndir kunnu vera hentar í førum sum tí hjá Zidane í HM-finaluni, tí hann metir ikki at fótbóltsspælarar skulu sleppa órevsaðir frá tílíkum, um talan t.d. var um eina hálvfinalu, og dómararnir einki høvdu sæð.
Petur Reinert leggur afturat, at hetta eisini átti at verið galdandi her á landi, tí tað hevði sent eitt signal út til spælararnar, at ikki alt verður góðtikið.