Jógvan Telling Joensen, tónleikari, fekk eitt gott hugskot ein dagin til ein sang. Íblásturin fekk hann frá nummarplátunum á bilinum hjá sær og vinmanninum Kára Mouritsen, SJ 479 og PK 818. Tað bleiv til sangin Peni Kári og Sjarmu Jógvan.
Sangurin er spældur inn í Útvarpinum og tað eru tær tólv genturnar í kvøldskúlakórinum hjá Jógvani, sum syngja. Genturnar eru í aldrinum 6 til 14 ár. Lagið hevur Jógvan eisini gjørt.
Jógvan Telling Joensen, sum vit kenna serliga frá Harkaliðnum, hevur havt barnakór í nógv ár. Tá ið kvøldskúlaárið byrjar møta børnini væl upp, eini 25 at byrja við, men so hvørt tað líður út á árið, fellur burturav. Og sangur er eftir øllum at døma einki fyri dreingir, tí bara gentur hava hug at vera við.
? Tey duga væl, men støðast heldur illa, sigur Jógvan Telling Joensen.
Í kórinum syngja tey lættari sangir, kanon og børnunum dámar at syngja, hvat tað skal vera. Ikki so sjáldan syngja tey sangir, sum Jógvan hevur gjørt sjálvur, ? sum henda dagin tey fóru í Útvarpið at syngja nýggjasta sangin hjá Jógvani inn ? um Pena Kára og Sjarmu Jógvan.