info
Ongi úrslit

Sjavs - eitt frítíðarítriv

At spæla sjavs er vorðið eitt rættiligt frítíðarítriv nógva staðni kring um landið.

info
Vilmund Jacobsen
23. januar 2014 kl. 10:30
At spæla sjavs er vorðið eitt rættiligt frítíðarítriv nógva staðni kring um landið.  Í fleiri bygdum og oyggjum hittast fólk regluliga til hetta kortspæl. Í summum bygdum og býum spæla fólk eisini sjavs sum stuðulstiltak hjá ítróttarfeløgum. Soleiðis er eitt nú í Suðuroy, har tey spæla sjavs og samstundis stuðla ítróttinum. Í Havn spæla eini 20-30 pør sjavs í Posthúskjallaranum hvørt týskvøld. Luttøkugjaldið fyri hvørt kvøldið er 50 krónur. Ein lítil helvt av hesum fer til vinningar, og síðan stuðla sjavs-spælarar í Havn ymiskum vælgerandi endamálum við restini av tí sum kemur inn. Í fjør heyst vóru sjavsspælarar úr Havn í Suðuroy, har tey spældu, kappaðust móti suðuroyingum og hugnaðu sær saman við sjavs-spælarum úr oynni. Seinasta leygardag vóru sjavs-spælarar úr Havn aftur á ferð. Hesaferð vóru 18 vinnarapør frá 2013 í Vágum, har tey høvdu eina serliga finalu millum vinnarar. Tá kappingin var liðug, ótu tey á buffét’ini á hotellinum. - Vit fóru við bussi í Vágar. Hetta var ein sera hugnaligur dagur og eitt serstakliga hugnaligt kvøld. Tað sigur Jóan Pauli Joensen, sum saman við makkara sínum, Eydnu, gjørdist ein av fýra finalistum av 18 vinnarum í kappingini. - Flestu, sum spæla sjavs, eru tilkomin fólk, men tað eru eisini nøkur yngri, sum javnan sleppa sær uppí part, sigur hann. Jóan Pauli Joensen sigur, at hin 7. og 8. februar er ætlanin at fara úr Havn við Norrønu til Suðuroyar, og áhugin fyri hesum tiltaki tykist stórur. - Ætlanin er, at vit skulu sova umborð og spæla umborð á Norrønu fríggjadagin og leygardagin. Eg vænti, at vit verða eini 30-40 pør, sum soleiðis fara at kappast umborð á Norrønu hesar dagar. Hann sigur, at sjavs-spælarar úr Havn gleða seg rættiliga til henda túrin, og tey vóna, at nøkur pør úr Suðuroy eisini verða við í kappingini umborð á Norrønu. - Umframt at hetta er eitt hugnaligt frítíðarítriv, megna vit eisini við luttøkugjaldinum at stuðla vælgerandi endamálum, sigur Jóan Pauli Joensen. Myndin er tikin, tá sjavs-spælarar úr Havn kappaðust í finaluumfari í Vágum seinasta leygardag. Nummar 1 gjørdust Jóan Petur og Snorri, á øðrum plássi Jóan Pauli og Eydna, á triðja plássi Poli og Bárður - og á fjórða plássi Jákup og Sámal. Jóan Pauli Joensen, sum in.fo hevur tosað við, stendur í miðjuni í aftaru røð

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

4 minuttir síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

24 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

52 minuttir síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

59 minuttir síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

1 tími síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

2 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

3 tímar síðan