Hesar bøkur verða lagdar fram: Broytt og víðkað útgáva av Altarbók Føroya kirkju, fyrsta útgáva av Handbók Føroya kirkju, fimm endurútgávur av
Sálmabók Føroya kirkju í ymiskum støddum, og ein nýggj útgáva av sálmabókini saman við sálmabókaruppískoytinum sum app, skrivar Føroyskt kirkjumál í tíðindaskrivi.
Í ár eru 80 ár liðin, síðan føroyskt mál varð góðkent sum kirkjumál. Sama ár var givin út løggild altarbók. Í ár eru eisini 30 ár liðin, síðan 2. útgáva av sálmabókini varð løggild, sum kom út árið eftir í 1990.
##med2##
Løgmaður løggildir
Tað er Føroya løgmaður, sum løggildir Altarbók Føroya kirkju. Á framløgudegnum handar løgmaður Føroya biskupi fyrsta eintakið av altarbókini.
Biskupur og umboð fyri Føroyskt kirkjumál bera fram heilsanir.