Uppsøgn
Fyritøkan, ið fyrr æt Sp/f VIT, men sum í dag kallar seg Faroesoft hevur mist sjey av starvsfólkum sínum. Sjey av 11 starvsfólkunum hjá fyritøkuni hava sagt seg úr starvi.
Tað hevur verið heldur torført at fáa nakra viðmerking um uppsagnirnar, men Rolf Herup Olsen, virkismenningarleiðari á Farodane, váttar tíðindini, men hann hevur onga víðari viðmerking um málið sum nú er.
Faroesoft er nevniliga eitt Farodane-felag, tí í ár 2000 keyptu teir 80% av partapeninginum í Farosoft, meðan starvsfólkini á fyritøkuni nú eiga hini 20%.
Roynt hevur verið at fingið eina viðmerking frá starvsfólkunum á Faroesoft, men heldur ikki tey hava nakað at siga um uppsagnirnar í løtuni.
Óli Olsen, stjóri á Faroesoft, var staddur uttanlands tá blaðið varð skrivað, so heldur ikki hann hevur havt nakran møguleika at úttala seg um málið.